info
Ongi úrslit

Løgreglan fer at kanna flytingar í PlayStation-málinum

Trý fólk hava gjørt keypsavtalu um eina PlayStation við sama Facebook-profil, og fleiri hava goldið. Eingin er skuldsettur.

© Savnsmynd, Sosialurin
Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 07:49

Løgreglan kannar framvegis málið um eina PlayStation, sum varð boðin til sølu á Facebook. Ein keypari flutti 3.500 krónur, men eingin PlayStation var á adressuni, sum keyparin hevði fingið, upplýsir løgreglan.

Næsta stig hjá løgregluni er at tosa við bankan fyri at kanna, hvar pengarnir eru farnir. Sambært løgregluni samsvara upplýsingarnar um, hvar pengarnir fóru, ikki við navnið á Facebook-profilinum.

Løgreglan hevur tosað við mannin, hvørs navn stóð á profilinum. Hann er ein veruligur persónur, og løgreglan kannar, um navn hansara er brúkt á einum følskum profili. Maðurin er ikki skuldsettur.

Løgreglan hevur fingið eitt annað navn, sum hon fer at kanna nærri. Málið er framvegis undir kanning.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

4 minuttir síðan
Ítróttur

Høgni vinnur alt

14 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyingar mest virkn­ir á ar­beiðs­markn­að­i­num í Evropa

19 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt fyri triðaftasta liðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava favorittstøðuna móti Moldova

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Drúgv samrøða við David Geza Turi

8 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðs­venjar­in: Ein sera týð­andi dyst­ur við bara ein­um vinnara

8 tímar síðan
Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

9 tímar síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

9 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

10 tímar síðan
Tíðindi

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

10 tímar síðan