Seinnapartin klokkan 15 er sannleikans tími hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Tá mugu okkara aftaná fimm javnleikir í fimm dystum í bólki 3 í Nations League C vinna seinasta dystin í bólkinum fyri at knógva annað plássið, og harvið fáa tveir røkk støkk dystir móti einum liði úr Nations League deild B um rættin at spæla í deild B.
Mótstøðuliðið verður Moldova, ið er næstfremst í bólkinum við sjey stigum. Føroyar hava fimm stig og mugu tí vinna dystin.
Føroyar hava á fimm sinnum leikt kappingardystir móti Moldova.
Fyrsti dysturin var leiktur 25. mars í 2021 í Chișinău. Talan var um ein HM-undankappingardyst. Moldova legði seg á odda longu í níggjunda minutti av dystinum, men Meinhard E. Olsen tryggjaði Føroyum javnleik 1-1 sjey minuttir undan dystarloki.
Tá liðini spældu returdyst á Tórsvølli 7. september í 2021 eydnaðist tað okkara at vinna higartil einasta sigurin á Moldova. Klæmint A. Olsen í 68. minutti og Heini Vatnsdal fýra minuttir seinni syrgdu fyri einari føroyskari 2-0 leiðslu. Moldova minkaði um munin móti dystarenda, men kom lukkutíð ikki nærri einum javnleiki.
Aðru ferð Føroyar leiktu í Chișinău endaði tað aftur við javnleiki 1-1. Í EM-undankappingardysti 24. mars í 2023 legði Mads Boe Mikkelsen Føroyar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Okkara høvdu sigurin í pottinum stóran part av dystinum, men Ion Nicolăescu javnaði fyri Moldova við einum brotssparki seint í dystinum.
Í returdystinum á Tórsvølli fingu okkara frammanfyri 2.710 áskoðarum ein vátan vøtt. Átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Vadim Rață skoraði sigursmálið hjá Moldova, og fyrsta tapið hjá okkara fyri Moldova var veruleiki.
Fimti dysturin var millum liðini var leiktur í Chisinau 29. september í hesari Nations League kappingini. Viljormur Davidsen legði Føroyar á odda 1-0 við einum brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Moldova, og tá komu okkara undir eitt stýrt trýst. Men tað endaði á triðja sinni av fimm møguligum við javnleiki 1-1 móti Moldova.
Kelda: FaroeSoccer