info
Ongi úrslit

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 08:52

Margit Stórá, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, setur saman við donsku javnstøðumálaráðfrúnni, Ane Halsboe-Jørgensen, altjóða fund í Keypmannahavn í dag og í morgin. Á fundinum, ið ber heitið Copenhagen Summit, verður millum annað løgd fram avtala um 107 milliónir norskar krónur, 75,7 milliónir í okkara pengum, til gransking í kvinnuheilsu. Føroyar eru við í granskingarsamstarvinum.

Á fundinum hittast ráðharrar- og frúur, parlamentarikarar, altjóða felagsskapir, vælgerandi grunnar og felagsskapir um at styrkja altjóða stuðulin fyri javnstøðu og rættindum hjá kvinnum og gentum.

Hennara Hátign Mary Drotning luttekur eisini.

Granskingarstuðulin skal økja um vitanina á einum øki, sum higartil hevur verið ov lítið raðfest. Granskingarráðið í Føroyum er millum samstarvspartarnar í granskingarsamstarvinum.

Á fundinum verður felags áheitanin ”Copenhagen Call to Action” undirskrivað, og nýtt altjóða samstarv um kynsliga og kroppsliga heilsu og rættindi stovnað.

Danski og føroyski formansskapurin í Norðurlendska ráðharraráðnum skipa fyri fundinum, sum er partur av átakinum ”Pushing for Progress”. Síðan 2024 hevur verið tætt samstarv við UN Women, og á fundinum er stjórin fyri UN Women, Sima Sami Bahous, eisini við.

Høvuðsendamálið við Copenhagen Summit er, at framburður krevur breitt og fjølbroytt samstarv, felags ábyrgd og burðardygg átøk tvørtur um heimspartar og samfelagsgeirar. Toppfundurin er við til at byggja hesa samgonguna upp og gera altjóða politisk mál til varandi úrslit fyri javnstøðu, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Les meira um Copenhagen Summit

Kunning um granskingarsamstarvið og umsóknir er nú alment á Nordforsk.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Høgni vinnur alt

18 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyingar mest virkn­ir á ar­beiðs­markn­að­i­num í Evropa

23 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan fer at kanna flytingar í PlayStation-málinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt fyri triðaftasta liðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava favorittstøðuna móti Moldova

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Drúgv samrøða við David Geza Turi

8 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðs­venjar­in: Ein sera týð­andi dyst­ur við bara ein­um vinnara

8 tímar síðan
Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

9 tímar síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

9 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

10 tímar síðan
Tíðindi

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

10 tímar síðan