info
Ongi úrslit

Føroyingar mest virkn­ir á ar­beiðs­markn­að­i­num í Evropa

84 prosent av føroyingum millum 15 og 74 ár vóru í arbeiðsmegini í fjør. Tað er hægsti vinnutíttleiki í Evropa. Nú fer Hagstovan undir nýggja kanning, sum skal vísa, um føroyingar framvegis eru líka virknir á arbeiðsmarknaðinum.

Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 08:37

Føroyingar eru framvegis teir mest virknu á arbeiðsmarknaðinum í Evropa, sambært seinastu tølunum frá Hagstovu Føroya.

Í november í fjør vóru 32.757 fólk í føroysku arbeiðsmegini. Tað svarar til 84 prosent av øllum føroyingum í aldrinum 15 til 74 ár.

Hetta er hægsti vinnutíttleiki í Evropa.

Nú fer Hagstova Føroya undir árligu arbeiðsmegikanningina, sum verður gjørd í døgunum 15. til 20. november.

Tilsamans 1.300 tilvildarliga vald fólk fáa høvi at luttaka í kanningini, sum skal geva eina dagførda mynd av føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Serliga nógvar kvinnur arbeiða í Føroyum

Seinastu kanningarnar hava víst, at føroyski vinnutíttleikin er hægri enn í øðrum evropeiskum londum í nærum øllum aldursbólkum.

Men tað er serliga ein munur, sum ger seg galdandi.

Lutfalsliga fleiri kvinnur eru á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum enn í Íslandi, Danmark og ES-londunum.

Hetta er sambært Hagstovuni ein høvuðsorsøk til, at føroyski vinnutíttleikin er so høgur samanborið við onnur lond.

Arbeiðsleys telja eisini við

Tá Hagstovan ger arbeiðsmegina upp, verða bæði tey, sum eru í arbeiði, og tey, sum eru arbeiðsleys, tald við.

Vinnutíttleikin vísir sostatt, hvussu stórur partur av fólkinum í arbeiðsførum aldri er á arbeiðsmarknaðinum, og ikki bert hvussu nógv hava eitt starv.

Kanningin verður gjørd eftir altjóða leiðreglum frá International Labour Organization (ILO), sum er arbeiðsstovnurin hjá Sameindu Tjóðum.

Tað ger tað møguligt at samanbera føroyska arbeiðsmarknaðin við arbeiðsmarknaðin í øðrum londum.

Grafikkur: Hagstovan

1.300 fólk verða spurd

Flestu fólk verða skrásett sum arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys við støði í almennum skráum.

Av teimum, sum eftir eru, verða 1.300 fólk vald til at svara spurningum.

Tey, sum hava Mínboks, kunnu svara kanningini á netinum. Hagstovan fer eisini at ringja til fólk, sum ikki hava Mínboks, ella sum ikki hava svarað talgilt.

Telefonnummarið, sum Hagstovan ringir frá, er 352828.

Við nýggju kanningini fæst at vita, um føroyingar framvegis hava hægsta vinnutíttleikan í Evropa, og um gongdin á føroyska arbeiðsmarknaðinum heldur fram.

Kelda: Hagstova Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

4 minuttir síðan
Ítróttur

Høgni vinnur alt

14 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan fer at kanna flytingar í PlayStation-málinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt fyri triðaftasta liðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava favorittstøðuna móti Moldova

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Drúgv samrøða við David Geza Turi

8 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðs­venjar­in: Ein sera týð­andi dyst­ur við bara ein­um vinnara

8 tímar síðan
Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

9 tímar síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

9 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

10 tímar síðan
Tíðindi

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

10 tímar síðan