Bakkafrost hevur mist ein av sínum útlendsku íleggjarum.
Hollendska íløgufelagið Triodos Investment Management hevur selt alla sína partabrævaogn í føroyska alifelagnum.
Sambært umhvørvisfelagsskapinum Foodrise, sum er ímóti laksaaling, vórðu seinastu partabrøvini seld í september í ár.
Tað skrivar Kringvarp Føroya við upplýsingum frá VP.fo.
Triodos hevur nú greitt frá, hví felagið tók avgerðina um at selja.
Felagið vísir bæði til fíggjarligu gongdina í Bakkafrosti og trupulleikarnar við vælferðini hjá alifiskinum í Skotlandi.
Sambært Triodos hevur Bakkafrost ikki megnað at lyft skotska virksemið upp á sama støði sum tað føroyska.
Regin Jacobsen vísir atfinningum aftur
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, viðgongur, at trupulleikarnir í Skotlandi hava verið størri enn væntað.
Men hann er ikki samdur í, at felagið ikki hevur gjørt týðandi framstig.
Í viðmerking til miðilin Fish Farmer vísir hann aftur, at framgongdin í skotska virkseminum hevur verið so lítil, sum atfinningarnar geva eina mynd av.
Bakkafrost hevur síðani yvirtøkuna av skotska alifelagnum arbeitt við at betra framleiðsluna og fáa skotska virksemið upp á sama støði sum í Føroyum.
Tað hevur tó verið ein truplari og meira kostnaðarmikil uppgáva enn upprunaliga væntað.
Sambært Foodrise átti Triodos í november 2024 partabrøv fyri umleið 16 milliónir amerikanskar dollarar í Bakkafrosti.
Tað er ikki upplýst, hvussu nógv hollendska felagið fekk fyri partabrøvini, tá tey vórðu seld í september.
Sølan kemur samstundis sum Bakkafrost arbeiðir við at bøta um framleiðsluúrslitini í Skotlandi og fáa betri lønsemi í virksemið har.
Kelda: Kringvarp Føroya, VP.fo og Fish Farmer.