Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, vísir aftur leysasøgum um, at hann ætlar sær úr stjórnini hjá forsetanum, Donald Trump.
Søgur eru farnar at ganga um, at uttanríkisráðharrin umhugsar at gevast í stjórnini, og at hann fer at royna at gerast forsetavalevni.
Hetta skrivar New York Times.
Men, sjálvur sigur Marco Rubio, at ætlanin hjá honum alla tíðina hevur verið at arbeiða fyri forsetan, Donald Trump, alt forsetaskeiðið.
- Útsagnirnar koma eftir at tíðindamiðlar hava róð uppundir, at uttanríkisráðharrin ætlar sær at fara úr stjórnini, veit New York Times at siga.
Sum skilst, eru tað eitt nú Bloomberg og The Telegraph, sum hava borið søgur um, at Marco Rubio umhugsar at leggja frá sær.