Fíggjarætlanin varð viðgjørd á býráðsfundi á Glyvrum í gjár.
Inntøkurnar hjá kommununi eru mettar til 340 milliónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar verða 254 milliónir krónur.
Harumframt verða 48,5 milliónir krónur settar av til íløgur.
Sambært kommununi verður skattaprosentið óbroytt, 21,5 prosent. Barnafrádrátturin verður hinvegin hækkaður úr 10.500 upp í 11.500 krónur.
Kommunan ætlar heldur ikki at taka nýggj lán í 2027.
Í frágreiðingini verður upplýst, at kommunuskuldin nú er komin niður á 82,5 prosent av skuldarloftinum, eftir at hon áður hevur verið uppi á 94 prosentum.
Fíggjarætlanin skal til aðru viðgerð 26. november, áðrenn hon verður endaliga samtykt.