Rúnasteinurin og gripir frá útgrevstrinum verða sýndir fram.
Tjóðsavnið skrivar, at Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, fer at greiða frá útgrevstrinum og frá tá rúnasteinurin varð funnin. Síðan hevur Lisbeth M. Imer, seniorgranskari og rúnologur á Nationalmuseet í Keypmannahavn, framløgu um rúnur og tulking av rúnasteininum.
Tá rúnasteinurin varð funnin í summar, hildu fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum seg kunna lesa orðini “...... hvílir her”. Lisbeth M. Imer hevur kannað nakrar av rúnunum frammanfyri hesi orðini.
Eftir framløguna verður høvi at síggja rúnasteinin umframt nakrar spennandi gripir, ið vóru funnir í útgrevstrinum í summar.
Tiltakið er ókeypis