info
Ongi úrslit

Mistøkini vóru eirindarleyst sektað

Leikliga avrikið hjá KÍ var í løtum á góðari leið, men mistøk í verju og uppspæli kostaðu tap á trý mál, sum ivaleyst fer at vísa seg at vera ov stórt at vinna seg víðari í meistarakappingini

Jóannes Hansen
23. juli 2024 kl. 20:06

Í fjør var tað í UEFA Conference League, og tað verður roknað at vera óført, um tað í ár fer at eydnast at endurtaka ta bragdið.

Í kvøld var KÍ í Malmø, og har endaði tað í europeisku meistarakappingini við 4-1 heimasigri. Leikliga avrikið í kvøld vísti, at tað ikki er óhugsandi, at KÍ um eina viku heima í Klaksvík fer at megna tepran sigur ella kanska javnleik. Men tað er ov bjartskygd at rokna við møguleikanum, at Malmø FF fer at missa trivaligu leiðsluna soleiðis, at KÍ fer at vinna við í hvussu so er trimum málum.

Í kvøld var leikliga avrikið hjá trífalda meistaraliðnum úr Klaksvík meiri sannførandi, enn tað var í fyrsta umfari ímóti luksemborgska meistaraliðnum, sum KÍ samantalt vann 2-0 ímóti. Veruleikin er, at mótstøðuliðið í kvøld var væl stinnari, enn tað var í fyrsta umfari.

Odmar Færø var ein av trimum miðverjum, og Claes Philip Kronberg varð valdur at røkja vongverjan í vinstru í 5-4-1 uppstilling.

Heimaliðið vann fyrra hálvleik 3-0. Teir í KÍ leguni eiga at iðra seg um øll málini, sum stóðust av støðum, har KÍ misti á uppspæli ella mistøk vóru gjørd í verjuni. Soleiðis var tað eisini í seinna hálvleiki, tá ið Malmø staðfesti 4-1 sigurin. Tá var talan um hornaspark og útfrá aftur, og so datt bólturin fyri føturnar á heimamanni, sum hevði fleiri myrkabláar kring seg.

Serliga fyrsta korterið eftir steðgin var heimatrýstið øgiligt. Tá vísti KÍ liðið seg frá síni bestu síðu. Verjuspælið var væl skipað frá Páll A. Klettskarð í fremstu ódnini og aftur til málverjan, sum onkra ferðina bjargaði heilt væl, eftir at hann í onkrum av støðunum, sum í fyrra hálvleiki bóru mál við sær, ikki sá so sannførandi út.

Í seinna hálvleiki spældi KÍ seg til onkrar støður, og sum tíðin leið eydnaðist tað í løtum at varðveita bóltin.

Í 71. minutti eydnaðist tað at minka um munin til 3-1. Jóannes K. Danielsen átti uppleggið til Árna Frederiksberg, sum var leysur, tá ið hann eitt vet til høgru í brotsteiginum var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin millum beinini á málverjanum.

Hetta var níggjunda málið hjá Árna Frederiksberg í Champions League, og at leiðslan var 3-1 bar við sær kenslu av, at tað kanska fór at eydnast hjá KÍ á heimavølli at venda gongdini og verða samantaldur vinnari.

Men so var tað fimm minuttir undan leikloki, at Malmø FF økti um leiðsluna til 4-1.

Møguleikin fyri bólkaspæli í Champions League er lítil ella rættari eingin hjá KÍ. Spurningurin er, um tað fer at eydnast meistarunum at vinna seg í Europa League ella tað aftur verður UEFA Conference League.

Leikliga avrikið í kvøld bendi á, at tað er møguleiki fyri tí. Tað gongur rætta vegin hjá liðnum, og skiftingarnar í kvøld undirstrikaðu, at tað av álvara er kapping um plássini á vøllinum.

 

Malmø FF- KÍ 4-1 (3-0)

Champions League 2. umfar fyrri dystur

Týsdagin 23. juli 2024 kl. 18.00 á Eleda leikvøllinum í Malmø  

1-0: Lasse Berg Johnsen 21.

2-0: Hugo Bolin 37.

3-0: Lasse Berg Johnsen 43.

3-1: Árni Frederiksberg 71.

4-1: Søren Rieks 85.

Dómarakvartett úr Sveis: Lukas Fähndrich, Guillaume Maire, Nicolas Müller og Nico Gianforte (4. dómari)

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Odmar Færø (Børge Petersen, 68.), Alexander Berntsson, Claes Philip Kronberg (Patrick Da Silva, 69.) – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Deni Pavlovic, 56.), Albert Ejupi (Pætur J. Petersen, 82.), Kristoffer Ødemarksbakken – Páll A. Klettskarð (Joseph Michael Williams, 56.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Dan í Soylu, Heini Vatnsdal, Ahmed Latif

Gult kort: Deni Pavlovic, Jóannes K. Danielsen, Albert Ejupi, Céderic Yambéré

Venjari: Espen Haug

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

26 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

26 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

41 minuttir síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

1 tími síðan
Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

6 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

7 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

8 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

8 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

8 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

9 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

9 tímar síðan