Aftaná trý tap á rað kom tað sera væl við hjá liðnum hjá Gyltu Djurhuus á Neystabø at vinna ein dyst aftur í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Skuru vann fyrr í dag á heimavølli stórsigur 35-20 á Kristianstad. Í steðginum var Skuru á odda 14-10.
Kappingarneytin hjá Gyltu, Anne Sofia Lauridsen vardi málið hjá Skuru størsta partin av dystinum. Gylta tók tó tað høvið hon fekk í dag við tveimum bjarginum í trimum málroyndum. Kappingarneytin bjargaði 12 av 31 málroyndum.
Skuru er nummar sjey í deildini við átta stigum.
Vegna EM-steðgin spælir Skuru ikki dyst aftur fyrrenn 22. desember. Tá fær Skuru vitjan av Hallby.