info
Ongi úrslit
– Fyri okkum er hann ein drápsmaður. Hann drepur bæði dag og nátt, sigur Volodymyr Zelenskyj um russiska forsetan, Vladimir Putin, sum Donald Trump rópar sín vinmann

Zelenskyj: – Fyri okkum er Putin ein drápsmaður

Ukrainski forsetin svaraði í nátt aftur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fyrr í vikuni kallaði Vladimir Putin fyri sín vinmann

Vilmund Jacobsen
21. november 2026 kl. 19:09

Tað vakti ans, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, hósdagin heilsaði upp á russiska forsetan, Vladimir Putin, á APEC-toppfundinum í Kina og rópti:

- Hvør er hann? Hann er mín vinmaður, áðrenn hann teskaði russiska forsetanum, Vladimir Putin, okkurt í oyrað.

Á einum tíðindafundi í Berlin sama dag ypti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, bert øksl og tagdi, tá hann varð spurdur um útsøgnina.

Men í nátt tók hann blaðið frá munninum í einari samrøðu við CNN.

– Fyri okkum er hann ein drápsmaður. Hann drepur bæði dag og nátt, sigur Volodymyr Zelenskyj um russiska forsetan, Vladimir Putin.

Sambært Verdens Gang stúrir ukrainski forsetin fyri, at vinaligu orðini hjá Donald Trump kunnu gera, at russiski forsetin ikki kennir nóg stórt trýst til at steðga krígnum í Ukraina.

Samstundis vísir Volodymyr Zelenskyj á, at Ukraina seinasta samdøgrið hevur verið fyri nøkrum av harðastu russisku álopunum í ár, har í minsta lagi níggju sivilfólk hava latið lív.

Hóast vónbrotið um orðini hjá Trump, heldur Zelenskyj tó fast við, at USA framvegis er týdningarmesti semingsparturin fyri at fáa ein enda á krígnum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

7 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

10 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 koppaði fjórðfremsta liðnum í Póllandi

50 minuttir síðan
Tíðindi

Sámal Mikkel­sen tal­ar á mid­degi – sang­kórið syng­ur á kvøld­møti­num

1 tími síðan
Hondbóltur

Aftaná trý tap á rað kom Skuru á sigursslóðina aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Finska verjan: Ukraina stendur helst aftanfyri álopið

1 tími síðan
Tíðindi

Kjartan Johansen stóð fyri 13 málstigum

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland, Danmark og USA skulu hittast um verjuavtaluna í desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Maria skoraði og legði upp til 18 mál - Jana syrgdi fyri 10 málstigum

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Breum: Grøn­land fær stór­an tørv á verju móti USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Vejle vann og Vendsyssel FF leikti javnt

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj avtala skal gera tað lættari hjá bretum at selja fisk í ES

3 tímar síðan