info
Ongi úrslit

Kjartan Johansen stóð fyri 13 málstigum

Vendsyssel, Mors-Thy og Køge vóru øll fyri tapum í dag

Heri Á. Simonsen
21. november 2026 kl. 17:35

Tað lá einki stig eftir til føroyingaliðini, ið vóru í leiki í bestu og næstbestu donsku hondbóltsdeildunum hjá monnum í dag.

Tó vóru góð persónlig avrik í dagsins dystum.

Í næstbestu deildini tapti liðið hjá Kjartani Johansen (myndin) í Hallen Park Vendia í Hjørring 24-28 fyri Tønder, ið eisini var frammanfyri við fýra málum í steðginum, 14-10.

Kjartan skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hann legði upp til heili níggju mál. Sambært hagtølunum var hann mest effektivi leikarin hjá Vendsyssel.

Vendsyssel er nummar sjey í deildini við 13 stigum.

Liðið hjá Julian J. Kragesteen, Køge tapti á útivølli greitt 31-41 fyri Norddjurs, ið var greitt omaná í fyrra hálvleiki. Í steðginum var heimaliðið á odda 22-13.

Julian var saman við Nicholas Nielsen næstbesti málskjúttin hjá Køge. Teir skutu fimm mál hvør.

Køge er fjórðaftast í deildini við átta stigum.

Í bestu deildini megnaði Magnus Árason ikki at gerast millum málskjúttarnar, tá hann og liðfelagarnir í Mors-Thy á heimavølli taptu í høllini í Thy tapti 34-37 (20-19) fyri Skjern í dysti í bestu deildini.

Mors-Thy er fjórðaftast í deildini við átta stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland, Danmark og USA skulu hittast um verjuavtaluna í desember

28 minuttir síðan
Tíðindi

Maria skoraði og legði upp til 18 mál - Jana syrgdi fyri 10 málstigum

48 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Breum: Grøn­land fær stór­an tørv á verju móti USA

1 tími síðan
Tíðindi

Vejle vann og Vendsyssel FF leikti javnt

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj avtala skal gera tað lættari hjá bretum at selja fisk í ES

1 tími síðan
Tíðindi

Nú kemur gongu­breyt fyri 1,4 milli­ón­ir í Trongis­vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjóvar kommuna tekur 15,7 milliónir í lán til íløgur

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í russiskum farmaskipi í Finsku Víkini eftir dronuálop

4 tímar síðan
Tíðindi

Eivør verður høvuðs­navn á stór­ari tón­leika­stevnu í Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Gravgangur eftir el­bil­um – SEV hev­ur ong­ar løði­støðir eftir

4 tímar síðan
Tíðindi

Russiskar rakettir komu inn á pólskt øki – NATO fordømir hendingina

5 tímar síðan
Tíðindi

Útleigarar kunnu fáa skatta­frá­drátt og sam­stund­is leiga út til Airbnb

5 tímar síðan