info
Ongi úrslit
© Smyril Line
Norrøna á Seyðisfirði í Íslandi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

Í dag verða mótmæli bæði í Seyðisfirði og á Austurvølli í Reykjavík móti ætlanini hjá Kaldvík um sjóaling á Seyðisfirði. Málið hevur stóran staðbundnan áhuga í Íslandi – og Seyðisfjørður er samstundis staðið, sum føroyingar hava havt beinleiðis samband við í meira enn hálva øld.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 14:15

Mótmælini byrja klokkan 15 íslendska tíð og verða hildin samstundis í Seyðisfirði og Reykjavík.

Tað er ætlanin hjá alifyritøkuni Kaldvík um at ala upp í 10.000 tons av laksi í aliringum í Seyðisfirði, sum hevur elvt til mótstøðuna. Sambært Vísi standa fleiri náttúruverndarfeløg og lokali felagsskapurin VÁ aftanfyri mótmælini. Katrín Oddsdóttir, løgfrøðingur og ein av fyriskiparunum, sigur, at nógv fólk væntast at møta, og hon heldur, at stórir veikleikar eru í loyvisgongdini.

Mótstøðan hevur verið stór í Seyðisfirði í fleiri ár. Í eini kanning frá 2023 søgdu 75 prosent av teimum spurdu íbúgvunum seg vera ímóti sjóaling í firðinum.

Ein fjørður, sum føroyingar kenna væl

Seyðisfjørður hevur eina heilt serliga støðu í føroyskum ferðslusambandi við Ísland.

Longu í 1975 sigldi Smyril millum Føroyar og Seyðisfjørð, og tá Smyril Line varð stovnað í 1982, tók fyrra Norrøna yvir gomlu rutuna hjá Smyrli í 1983. Nýggja Norrøna tók síðan yvir í 2003 og siglir framvegis til Seyðisfjarðar.

Tað merkir, at føroyingar nú í 51 ár hava havt beinleiðis ferðasamband við Seyðisfjørð – fyrst við Smyrli, síðani við fyrru Norrønu og nú við seinnu Norrønu.

Tí er Seyðisfjørður ikki bara eitt navn á einum íslendskum korti hjá føroyingum. Fleiri ættarlið hava komið hagar sjóvegis, og fjørðurin er vorðin sjálvur inngangurin til Ísland hjá nógvum føroyskum ferðafólkum.

Í Føroyum hava vit tó ikki havt somu mótmæli ímóti aling, sum vit síggja í Íslandi í dag.

Alingin er ikki ein trupulleiki fyri Norrønu

Tað er ikki sjálv skipaferðslan hjá Norrønu, sum er kjarnin í íslendska kjakinum. Føroyingar kenna eisini væl til, at aling og stór skipaferðsla kunnu vera í sama firði – eitt nú er nógv aling undir Argjalandinum samstundis sum stór skip dagliga sigla inn og út úr Tórshavnar Havn.

Ósemjan í Seyðisfirði snýr seg heldur um, hvørja menning íbúgvarnir vilja hava í firðinum, og hvussu tey meta um ávirkanina frá stórari laksaaling á náttúru, umhvørvi og lokalsamfelag.

Mótmælini í dag vísa, at málið framvegis er eitt stórt stríðsmál í Eysturlandinum.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

12 minuttir síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

56 minuttir síðan
Tíðindi

Umvæla skúlan í Vestmanna fyri umleið 70 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Gosfjall kastar 35 kilometrar langan skugga

2 tímar síðan
Tíðindi

Íslendskur alilaksur skal vinna kinesiska marknaðin

2 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskt stríðsflogfar leyp á farmaskip

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Maria Tórgarð fekk Árs­ins Sálar­heilsu­virð­is­løn 2026

4 tímar síðan
Tíðindi

Hakakrossur og ó­kvæm­is­orð mál­að á æla­boga­veg­in í Steina­túni

5 tímar síðan
Tíðindi

Mæla fólki við Gjógv til at kóka drekkivatnið

5 tímar síðan
Tíðindi

07 Vestur fekk fullan pott móti EB/Streymi

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump rósar Putin og krevur nýggjan forseta í Ukraina

6 tímar síðan