Skúlaparturin, sum er frá 1950, verður dagførdur fyri umleið 70 milliónir krónur. Umvælingin fevnir um hølini hjá allari grunddeildini og miðdeildini.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at talan er um eina høvuðsumvæling av verandi bygningi. Skúlin verður sostatt ikki bygdur út.
Meðan arbeiðið fer fram, ganga allir næmingarnir í nýggjara skúlapartinum frá 1986. Hesin parturin er annars ætlaður hádeildini, men er nóg stórur til at hýsa øllum næmingunum fyribils.
Fleiri serstovur og onnur høli verða í hesum tíðarskeiðinum nýtt sum vanligar skúlastovur.
Skúlaumvælingin er ein stór íløga í Vestmanna, og eftir tíðarætlanini skal arbeiðið vara í tvey ár, sigur Sára Jógvansdóttir.