info
Ongi úrslit

Maria Tórgarð fekk Árs­ins Sálar­heilsu­virð­is­løn 2026

Maria Tórgarð, leikstjóri, fekk Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2026, sum varð handað á tiltaki hjá Sinnisbata í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober. Tað var Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sum handaði virðislønina.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 10:10

Maria Tórgarð fekk virðislønina fyri sítt dirvi og serligu evni at varpa ljós á lívið sum avvarðandi hjá einum, ið livir við álvarsligari sálarsjúku.

Við heimildarfilminum Mammuskepilsið, sum tekur støði í hennara egna lívi og familju, lýsir Maria á ein nærverandi og virðiligan hátt, hvussu tað er at vaksa upp við einum foreldri við sálarsjúku. Filmurin gevur innlit í kenslur og upplivingar, sum ofta eru torførar at seta orð á, og er við til at skapa størri opinleika um sálarsjúku og støðuna hjá avvarðandi.

Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á týdningin av opinleika og at tora at tosa um tað, sum er trupult.

– Tá eitt menniskja torir at siga sína søgu, kann tað eisini gera tað lættari hjá øðrum at siga sína. Kanska kann tað fáa onkran at kenna seg aftur, hjálpa okkum øðrum at skilja eitt sindur betur og gera, at onkur kennir seg eitt sindur minni einsamallan, segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, millum annað.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri:

Góðu øll,

Fyrst vil eg takka Sinnisbata fyri at bjóða mær við í dag – og fyri enn einaferð at seta sálarheilsu á breddan á altjóða sálarheilsudegnum.

Í ár er sjóneykan sett á sálarheilsuna hjá ungum – og spurningin: Hvussu lofta vit?

Eitt týðandi svar er, at vit lurta eftir teimum ungu sjálvum. Og tá eitt ungt menniskja hevur tørv á hjálp, eigur hjálpin at vera so løtt at fáa fatur á sum gjørligt – og áðrenn trupulleikarnir gerast ov stórir.

Tí gleðist eg eisini um, at nýggja Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata nú er um at gerast veruleiki.

Her fáa ung eitt stað, har tey kunnu koma inn av gøtuni og fáa ráðgeving, stuðul ella bara onkran at tosa við. Ókeypis og uttan at tað skal vera ov trupult at taka fyrsta stigið.

Eg vil ynskja Sinnisbata, Gunnvá og øllum, sum eru við í arbeiðinum, góða eydnu við nýggja tilboðnum.

Eg gleði meg til at síggja, hvussu tað fer at mennast.

Altjóða sálarheilsudagurin snýr seg eisini um opinleika.

Um at tora at tosa um tað, sum kann vera trupult.

Tí hóast nógv er broytt í okkara samfelagi, og vit eru vorðin nógv betri til at tosa um sálarheilsu, so eru framvegis evni og upplivingar, sum kunnu vera torfør at seta orð á.

Og tað leiðir meg til tað, sum eg nú havi fingið tann stóra heiður at gera:

At handa ársins sálarheilsuvirðisløn 2026.

Í ár hevur dómsnevndin valt at lata virðislønina til eina kvinnu, sum við listini hevur torað at lata okkum koma heilt nær.

Eina kvinnu, sum hevur sett orð og myndir á eina støðu, sum nógv kenna, men sum ikki altíð er so sjónlig:

at vera avvarðandi hjá einum menniskja, sum livir við álvarsligari sálarsjúku.

Ársins sálarheilsuvirðisløn 2026 verður latin

Mariu Tórgarð.

Maria hevur við hybrid-heimildarfilminum Mammuskepilsið tikið støði í sínum egna lívi og familjuni.

Filmurin snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sálarsjúku. Og Maria letur okkum koma heilt tætt inn at einum parti av lívinum, sum annars lættliga kann verða fjaldur fyri umheiminum.

Tað krevur dirvi.

Men tað serliga við Mammuskepilsinum er eisini mátin, sum Maria ger tað uppá.

Við virðing, nærlagni og stórari empati lýsir hon tað fløkta lívið í eini familju, har sálarsjúka er ein partur av gerandisdegnum.

Hon gevur okkum innlit í kenslur og upplivingar, sum kunnu vera sera torførar at seta orð á.

Og við at gera tað skapar hon eisini rúm fyri samrøðum, sum vit hava tørv á.

Tí tá vit tora at tosa um tað, sum er trupult, bróta vit eisini eitt sindur av tøgnini og teimum fordómum, sum framvegis kunnu vera knýtt at sálarsjúku.

Og tá eitt menniskja torir at siga sína søgu, kann tað eisini gera tað lættari hjá øðrum at siga sína.

Kanska kann tað fáa onkran at kenna seg aftur.

Kanska kann tað hjálpa okkum øðrum at skilja eitt sindur betur.

Og kanska kann tað gera, at onkur kennir seg eitt sindur minni einsamallan.

Tað er eisini ein stórur partur av virðinum í tí, sum Maria hevur gjørt.

Góða Maria,

Takk fyri títt dirvi.

Takk fyri tína erligu og nærverandi frásøgn.

Og takk fyri títt týdningarmikla íkast til størri vitan og opinleika um sálarsjúku, sálarheilsu og tað at vera avvarðandi.

Tað er mær ein stór gleði at handa tær Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2026.

Hjartaliga til lukku.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

22 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hakakrossur og ó­kvæm­is­orð mál­að á æla­boga­veg­in í Steina­túni

53 minuttir síðan
Tíðindi

Mæla fólki við Gjógv til at kóka drekkivatnið

1 tími síðan
Tíðindi

07 Vestur fekk fullan pott móti EB/Streymi

1 tími síðan
Tíðindi

Trump rósar Putin og krevur nýggjan forseta í Ukraina

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: Víkingur hevur størstu favorittstøðuna

4 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

10 tímar síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

10 tímar síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

10 tímar síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

10 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

11 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

12 tímar síðan