Ein maður varð sligin í Vági umleið klokkan trý í nátt. Løgreglan upplýsir, at hon veit, hvør maðurin, ið skal hava sligið, er.
Málið verður kannað í dag.
Annars hevur náttin verið friðarlig, hóast nógv fólk vóru í býnum. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn vísir á, at Føroyar eru eitt ógvuliga trygt land.