Eitt amerikanskt stríðsflogfar leyp í nátt á eitt farmaskip í Omanflógvanum. Sambært amerikansku herleiðsluni Centcom royndi skipið at bróta amerikansku flotablokaduna móti Iran.
Centcom upplýsir á sosiala miðlinum X, at flogfarið leyp á aftara partin av farmaskipinum M/V Ocean Molica, sum eisini er kent undir navninum Africa Sun. Skipið siglir undir panamanskum flaggi.
Sambært herleiðsluni varð skipið sett úr sigling, men eingin í manningini fekk skaða.
Amerikanski herurin sigur, at álopið varð framt, eftir at manningin hevði skúgvað fleiri ávaringar til viks.
USA tók í miðjum juli aftur upp blokaduna móti øllum skipum, sum sigla til ella úr iranskum havnum. Síðani eru fýra handilsskip sett úr sigling, meðan 135 skip eru vend við, upplýsir Centcom.
Í sama tíðarskeiði hava amerikanskar herdeildir sambært herleiðsluni oyðilagt tíggju tangaskip. USA sigur, at tey vóru partur av einum skugganeti, sum stuðlar iranska kollveltingarherinum og bólkum, ið virka tess vegna.
Tangaskip rakt í Hormuzsundinum
Bretska sjóferðslueftirlitið UKMTO boðar eisini í nátt frá, at eitt tangaskip er rakt av einum skotvápni í Hormuzsundinum.
Eldur kom í skipið, men manningin fekk sambært UKMTO ongan skaða.
Hormuzsundið bindur Persaflógvan saman við Omanflógvan. Í friðartíð fer umleið ein fimtingur av heimsins útflutningi av olju og gassi gjøgnum sundið.
Ófriðurin í økinum hevur fingið brennievnisprísirnar at hækka munandi fleiri staðni í heiminum. Royndirnar at finna eina diplomatiska loysn á stríðnum hava staðið í stað í fleiri mánaðir.
Kelda: Ritzau