Amerikanski forsetin, Donald Trump, finst aftur at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, og rósar russiska forsetanum, Vladimir Putin, fyri at vilja finna eina loysn á krígnum.
Sambært tíðindastovuni AFP segði Trump hetta við tíðindafólk í nátt.
– Russland vil fegið gera eina avtalu. Men av onkrari orsøk vil Zelenskyj ikki, segði Trump.
Trump og Putin tosaðu í telefon fríggjadagin. Spurdur, hvat russiski forsetin hevði sagt í samrøðuni, svaraði Trump:
– Forsetin Putin vil fegin hava eina loysn.
Trump fanst eisini at Zelenskyj fyri ikki at hava hildið val, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.
– Eg haldi, at hann eigur at halda val, tí hann kundi havt loyst hetta nógvar ferðir, segði amerikanski forsetin.
Ósamdir um russiskt diesel
Útsagnirnar koma eftir, at Trump og Zelenskyj leygardagin funnust hvassliga at hvørjum øðrum í sambandi við nýggju avtaluna um, at Russland skal lata diesel til USA.
Trump segði millum annað, at Zelenskyj hevði skúgvað boð hansara til viks um ikki at leypa á russisk oljureinsiverk.
Sambært Trump kunnu álopini gera altjóða trotið á brennievni verri. Trotið er íkomið í sambandi við amerikanska og ísraelska kríggið móti Iran.
Zelenskyj kallaði dieselavtaluna við Russland eina »veika avgerð«. Trump svaraði aftur, at Ukraina hevur tørv á einum nýggjum forseta.
Atfinningar móti avtaluni
Dieselavtalan hevur elvt til atfinningar úr fleiri ættum. Atfinnarar vísa á, at amerikansk keyp av russiskum diesel kunnu vera við til at fíggja russiska kríggið móti Ukraina.
Prísirnir á brennievni eru hækkaðir orsakað av krígnum móti Iran. Avtalan hjá Trump kemur minni enn ein mánað undan amerikanska miðskeiðsvalinum.
Í síðsta mánaði skrivaði Trump annars undir ein umfatandi pakka við revsitiltøkum, sum kann raka lond, ið keypa olju úr Russlandi.
ES, Danmark, Bretland og Týskland hava boðað frá, at tey halda fast við revsitiltøkini og trýstið á Russland hóast nýggju amerikansku avtaluna.
/Ritzau/