Í gjár um middagsleitið fekk løgreglan eina dulnevnda fráboðan um, at herverk var framt á ælabogavegin í Steinatúni í Havn.
Ein hakakrossur og ókvæmisorð eru spraymálað á ælabogan.
Løgreglan hevur stovnað mál um herverkið og fer at kanna málið nærri komandi dagarnar.
Vaktleiðarin hjá løgregluni heldur tað vera eitt sindur merkisvert, at eingin hevur boðað frá fyrr. Greitt er nevniliga, at herverkið hevur verið har í nakrar dagar.
Myndin, sum in.fo hevur tikið, varð tikin longu hósdagin klokkan 15.48, men løgreglan fekk ikki fráboðan um herverkið fyrr enn í gjár um middagsleitið.
Kommunan málar út yvir
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði við Kringvarpið í gjárkvøldið, at tekniska fyrisitingin fór undir málið beinanvegin.
– Vit fingu fráboðan um herverk, og tekniska fyrisitingin var alt fyri eitt á málinum. Vit hava fingið fólk at mála út yvir herverkið, tí haturstala verður ikki góðtikin, segði borgarstjórin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at herverk verður framt á ein ælabogaveg í Havn.
Í fjør varð herverk eisini framt á ælabogavegin í Gundadali, og hetta er aðru ferð, at herverk verður framt á ælabogavegin í Steinatúni.
Herverkið kann gera ælabogan meira varandi
Hjá LGBT+ Føroyum fegnast tey um, at kommunan málar út yvir aftur, hvørja ferð herverk verður framt.
Ester Margret Petersen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyum, vísti í Kringvarpinum á, at herverkið samstundis hevur eina eitt sindur øvuta avleiðing:
Tí hvørja ferð kommunan noyðist at mála ælabogan uppaftur, verður ælabogavegurin meira varandi, enn upprunaliga ætlað.
Ætlanin var annars, at litirnir so við og við skuldu slítast burtur. Men ælabogin varð málaður uppaftur undan ólavsøku, og verður hann aftur málaður nú, kann hann standa langt inn í nýggja árið.
Ælabogavegurin í Steinatúni verður málaður í sambandi við árligu Pride-gonguna hjá LGBT+ Føroyum, sum verður hildin beint undan ólavsøku.