info
Ongi úrslit
© European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery
Eldfjallið Erebus í Antarktis kastar ein umleið 35 kilometrar langan skugga út yvir havísin. Myndin varð tikin av einum Sentinel-2-fylgisveini 17. mars 2026.

Gosfjall kastar 35 kilometrar langan skugga

Ein fylgisveinamynd úr Antarktis vísir, hvussu gosfjallið Erebus kastar ein umleið 35 kilometrar langan skugga út yvir havísin.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 12:45

Eitt stórsligið náttúrufyribrigdi sæst á myndini, sum evropeiska Copernicus-skipanin hevur valt til dagsins mynd í dag.

Myndin vísir gosfjallið Erebus á Ross-oynni í Antarktis. Fjallið er umleið 3.800 metrar høgt og er syðsta virkna gosfjall í heiminum.

Tá sólin stendur lágt á luftini á hesum syðru leiðum, kastar fjallið ein langan skugga út yvir landslagið og havísin. Á myndini røkkur skuggin umleið 35 kilometrar í landnyrðing út yvir brotna havísin.

Myndin varð tikin 17. mars í ár av einum av Sentinel-2-fylgisveinunum hjá Copernicus og vísir økið í náttúrligum litum.

Umframt kavaklæddu fjallasíðurnar sæst eisini jøkultungan hjá Erebus. Hetta er ein flótandi partur av jøklinum, sum røkkur frá strondini á Ross-oynni út á sjógvin.

Fylgisveinarnir hjálpa við at fylgja gongdini í hesum fjarskotna økinum og veita upplýsingar um jøklar, havís og eldfjøll.

Kelda: Copernicus / EU Space

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Íslendskur alilaksur skal vinna kinesiska marknaðin

1 tími síðan
Tíðindi

Amerikanskt stríðsflogfar leyp á farmaskip

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál í Vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Maria Tórgarð fekk Árs­ins Sálar­heilsu­virð­is­løn 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Hakakrossur og ó­kvæm­is­orð mál­að á æla­boga­veg­in í Steina­túni

3 tímar síðan
Tíðindi

Mæla fólki við Gjógv til at kóka drekkivatnið

3 tímar síðan
Tíðindi

07 Vestur fekk fullan pott móti EB/Streymi

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump rósar Putin og krevur nýggjan forseta í Ukraina

4 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: Víkingur hevur størstu favorittstøðuna

6 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

12 tímar síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

13 tímar síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

13 tímar síðan