Russiski krígsmótstøðumaðurin Boris Nadezjdin sleppur ikki at stilla upp til russiska forsetavalið í mars.
Tað hevur russiska valnevndin gjørt av, skrivar Nadezjdin sjálvur, sambært tíðindastovuni Reuters, á profili sínum á sosiala miðlinum Telegram.
– CEC (valnevndin, red.) noktar at skráseta meg sum valevni til forsetavalið í Russlandi, sigur Nadezjdin.
Hann fer at kæra avgerðina til hægstarætt í Russlandi, skrivar hann víðari.
Nógv høvdu frammanundan lítlar vónir um, at tað fór at eydnast 60 ára gamla Nadezjdin at stilla upp ímóti sitandi forsetanum, Vladimir Putin, sum er kendur fyri at sláa hart niður á mótstøðufólk.
Onnur hildu, at tað fór kortini at vera líka mikið, um hann stillaði upp, tí hann ikki hevði nakran veruligan møguleika at vinna.
Kortini kundi hann síðst í januar boða frá, at herferð hansara hevði savnað inn fleiri enn 100.000 undirskriftir, sum krevjast fyri at stilla upp til valið.
Undirskriftirnar lat hann inn mikudagin í síðstu viku.
Men longu fríggjadagin boðaði russiska valnevndin frá, at tey høvdu funnið »feilir« í undirskriftunum.
Tey halda millu annað, at nakrar av undirskriftunum vóru frá deyðum persónum.
Sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass hevur CEC bara góðkent 95.587 av teimum næstan 105.000 undirskriftunum. Tí kann Nadezjdin ikki verða skrásettur sum valevni, verður sagt.
Nadezjdin vísir grundgevingunum hjá CEC aftur.
– Eg savnaði fleiri enn 200.000 undirskriftir um alt Russland. Vit høvdu opna og erliga innsavning. Køirnar vórðu við høvuðsstøð okkara og innsavningarstøð vórðu undir eftirlitið av øllum heiminum.
– At luttaka í forsetavalinum í 2024 er týdningarmesta avgerðin í lívi mínum. Eg gevist ikki, sigur hann á Telegram sambært Reuters.
Fyri at kunna stilla upp fyri flokkin Borgaraátakið skuldi Nadezjdin savna 100.000 undirskriftir um allar 40 regiónirnar í Russlandi.
Putin, sum hevur gjørt av at stilla upp sum óheftur heldur enn fyri flokkin, Sameint Russland, skal savna 300.000 undirskriftir.
Sambært stuðlum hansara hevur hann longu tryggjað sær yvir 3,5 milliónir undirskriftir, skrivar Reuters.
/ritzau/
Mótstøðurmaður hjá Putin sleppur ikki at stilla upp til forsetavalið Mótstøðurmaður hjá Putin sleppur ikki at stilla upp til forsetavalið
Russiskur myndugleiki sigur nei til, at Boris Nadezjdin sleppur at stilla upp ímóti Putin á forsetavalinum í mars, sigur Nadezjdin sjálvur.
Eirikur Lindenskov
8. februar 2024 kl. 11:55
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
Í gjár kl. 07:45
Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir
28. oktober kl. 10:47
Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið
Í gjár kl. 07:45
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
10 tímar síðan
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Myndir: FSF tíðindafundur
3 tímar síðan
Tíðindi
Hægstirættur vísir aftur kravi frá Trump um 20.000 brævatkvøður
4 tímar síðan
Tíðindi
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
5 tímar síðan
Tíðindi
Føroyar skulu hava veruliga ávirkan á verjupolitiskar avgerðir
5 tímar síðan
Tíðindi
Apple selur meira enn væntað – serliga iPhone gongur væl
5 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj: - 24 deyð í russiskum álopi við tyssibumbum
6 tímar síðan
Tíðindi
Nú kanst tú keypa Myndakalendaran á netinum
6 tímar síðan
Tíðindi
Óttast álvarsliga vanlukku á Oyndarfjarðarvegnum
6 tímar síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
7 tímar síðan
Fótbóltur
Stabæk sendi Mattias og Pingel upp í bestu norsku fótbóltsdeildina
7 tímar síðan
Fótbóltur
Mjällby kom eitt stig nærri bjargingini
8 tímar síðan
Tíðindi
Nes kommuna væntar 12,7 milliónir í halli næsta ár
8 tímar síðan