Úrslitið eftir skatt var 120,4 milliónir krónur samanborið við 88,9 milliónir krónur árið fyri.
Nettosølan vaks samstundis úr 607,9 milliónum krónum upp í 835 milliónir krónur.
Í frágreiðingini sigur leiðslan, at ársúrslitið verður mett at vera nøktandi.
Mowi hevði eisini metstóra tøku í fjør við útvið 15.000 tonsum av laksi.
Felagið gjørdi íløgur fyri góðar 48,9 milliónir krónur í 2025.
Sambært frágreiðingini verður heimsmarknaðurin fyri aldan laks mettur at vaksa komandi árini, og føroyska framleiðslan hjá Mowi verður lýst sum støðug, hóast tøkunøgdin sveiggjar frá ári til ár.
Felagið upplýsir eisini, at smolt í 2026 verður sett út á Sandsvági, í Haldórsvík og í Fossá.
Mowi leggur dent á, at høvuðsavbjóðingin framhaldandi verður at varðveita eina sjúkufría framleiðslu við lágum framleiðslukostnaði og góðari góðsku.
Í ársfrágreiðingini verður eisini víst á, at fyritøkan arbeiðir við ymiskum granskingar- og menningarverkætlanum, millum annað royndum at ala í meira harðbalnum økjum í Føroyum.
Mowi hevði 120 milliónir í avlopi í fjør Mowi hevði 120 milliónir í avlopi í fjør
Mowi hevði eitt gott ár í Føroyum í 2025. Tað vísa tøl úr ársfrágreiðingini hjá føroyska partinum av alifyritøkuni.
Eirikur Lindenskov
25. mai 2026 kl. 21:37
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum
9 minuttir síðan
Tíðindi
Ruth Vang spyr um boð í húsasølum
35 minuttir síðan
Tíðindi
Stór útbygging í Kastrup kann broyta umstøður hjá føroyingum
1 tími síðan
Lesarabrøv
Send nýskipanarnevndina til hús
1 tími síðan
Lesarabrøv
Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!
1 tími síðan
Tíðindi
Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla
1 tími síðan
Tíðindi
Samráðingarnar slitnaðar – semingsmaður boðsendur
2 tímar síðan
Tíðindi
Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”
2 tímar síðan
Tíðindi
Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri
2 tímar síðan
Tíðindi
Dunga Jákup handaður mánadagin
2 tímar síðan
Tíðindi
Føroyar fáa 300 tons meira av toski og svartkalva í Grønlandi
3 tímar síðan
Tíðindi
Bókaframløga – bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde
3 tímar síðan