Liðið hjá Ova Lützen og Paula Høj, Bergsøy var fyri sætta tapinum á rað í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í REM Arena í Fosnavåg tapti Bergsøy tepurt 34-35 fyri Kristiansand. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Føroyingarnir gjørdu tó sítt. Pauli skoraði seks mál upp á sjey málroyndir. Ovi skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði upp til seks mál.
Bergsøy er næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.
Komandi sunnudag klokkan 14 fær Bergsøy aftur møguleikan á heimavølli. Hesaferð móti Bergen.