Men nýggja landsstýrið ætlar ikki at taka gamla uppskotið um eina skjótari hækking uppaftur.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Sosialin, at ætlanin er at halda seg til skipanina, sum varð samtykt í 2018.
Eftir henni verður pensjónsaldurin 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962. Síðani skal fimta hvørt ár roknast út, um grundarlag er fyri at hækka aldurin aftur.
Nýggjar útrokningar vísa, at treytirnar fyri næstu hækkingini ikki verða loknar í 2035. Tí kann næsta hækking í fyrsta lagi koma í 2040.
Sosialurin hevur hugt nærri upp á hetta málið og tosað við Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og formannin í Havnar Arbeiðarafelag, Hera Reynheim, sum ávarar um avleiðingarnar fyri fólk við tungum arbeiði.
Sosialurin er seinkaður hesaferð vegna ólag á flogferðsluni og er tí ikki komin í leysasølu enn kring landið. Men haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.