Niels Juel Arge gevur í dag, 19. november, staklagið „One of a Kind“ út á plátufelagnum Tutl.
Sambært Tutl er talan um ein kenslubornan sang um at tora at vísa, hvussu viðbrekin ein er, og um hvussu sambandið við eitt annað menniskja kann hjálpa einum at lekjast og sleppa óttanum.