info
Ongi úrslit

Noreg fær heimsins fyrsta skipstunnil

Væntandi er, at tunnilin fer at kosta stívliga fimm milliardir norskar krónur, sum svarar til stívliga tríggjar milliardir í okkara peningi

Vilmund Jacobsen
17. november 2024 kl. 20:57

Kystverket í Noregi er ein almennur myndugleiki, sum hevur ábyrgdina av tryggari skipaferðslu fram við norsku strondini og skipaferðsluni til og úr norskum havnum, og Kystverket stendur eisini fyri tilbúgvingini í samband við bráðfeingis oljudálking.

Nú skal Kystverket standa fyri útboðnum av heimsins fyrsta skipstunli - sonevnda Stadtunlinum, sum verður 1,7 kilometrar langur, 37 metrar høgur og 36 metrar breiður.

Endamálið við tunlinum er skapa eina tryggari skipaferðslu í tí annars harðbalna Stadhavinum. Sambært Kystverket kann tunnilin taka umleið 80 prosent av dagsins skipaferðslu um hesar leiðir.

Sum skilst á www.kystmagasinet.no verður skipstunnilin boðin út hin 1. desember í ár, og tá byrjar tilgongdin at finna ein entreprenør, sum kann byggja tunnilin, og Kystverket heldur, at stórur áhugi er fyri hesi verkætlan.

Kystverket fer at almennakunngera útboðið fyri byggiverkætlanina í næstum, og síðan er ætlanin at bjóða áhugaðum heildarveitarum á eina útbjóðingarráðstevnu, sum verður í Gardermoen hin 17. desember í ár.

Lesið meira um forvitnisligu verkætlanina við heimsins fyrsta skipstunli á hesari leinkju - https://www.kystmagasinet.no/anbud-kystverket-stad-skipstunnel/stad-skipstunnel-ut-pa-anbud-1-desember/1850763

Væntandi er, at tunnilin fer at kosta stívliga fimm milliardir norskar krónur, sum svarar til stívliga tríggjar milliardir í okkara peningi.


 

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

19 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Meistaradeildin: Víkingur hevur størstu favorittstøðuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

7 tímar síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

7 tímar síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

7 tímar síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

7 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

8 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

8 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

9 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

9 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

10 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

10 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

10 tímar síðan