Meðan Beinir Johannesen løgmaður hesa vikuna hevur verið í Nuuk saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, og grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen, hevur eitt av teimum tyngstu málunum í felags søguni hjá Danmark og Grønlandi aftur verið ovarlaga á breddanum.
Snyrilsmálið.
Danski journalisturin og Grønlandsserfrøðingurin Martin Breum skrivar í einari tíðargrein í Sosialinum í dag, at málið hevur sett eina nógv størri tilgongd í gongd í Danmark.
– Snyrilsmálið er júst nú miðdepilin í pínufullum samrøðum um uppgerðina millum Grønland og Danmark, skrivar hann.
Tað snýr seg ikki bara um, hvat hendi við teimum grønlendsku gentunum og kvinnunum, sum fingu snyril uttan samtykki. Sambært Martin Breum snýr kjakið seg eisini um, hvussu Danmark sær sína egnu søgu og sín leiklut sum hjálandaveldi.
Hann vísir á, at Danmark vanliga hevur sæð seg sjálvt sum eitt lítið, friðarligt og demokratiskt land uttan ta kolonialistisku søguna, sum eyðkennir fleiri av teimum stóru evropeisku londunum.
Men søgan um Grønland órógvar hesa sjálvsmyndina.
Martin Breum er danskur journalistur og rithøvundur og hevur í nógv ár arbeitt við Grønlandi, Arktis og viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum.
Føroyar eru eisini partur av uppgerðini
Føroyar standa ikki uttan fyri hesa tilgongd.
Beinir Johannesen hevur verið við á toppfundinum í Nuuk, og sambært Martin Breum er ríkisfelagsskapurin sjálvur í broyting. Samstundis sum Grønland flytur seg longri frá gamla sambandinum við Danmark, skulu Føroyar eisini finna sína støðu í einum nýggjum norðuratlantiskum veruleika.
Og tað er ikki bara søgan, sum broytir viðurskiftini.
Donald Trump og amerikanski áhugin fyri Grønlandi hava sett nýtt trýst á ríkisfelagsskapin, meðan trygdarpolitikkur, Arktis og sambandið millum Danmark, Grønland og Føroyar hava fingið nógv størri altjóða týdning.
Martin Breum spyr tí eisini, hvussu leingi Danmark kann halda fast í gomlu fatanini av ríkisfelagsskapinum, um Grønland ynskir eina heilt aðra framtíð.
Í tíðargreinini viðger hann eisini fólkadrápsákærurnar í Grønlandi, hvussu snyrilsmálið verður brúkt í politiska kjakinum, og hví danir nú í størri mun enn áður noyðast at endurskoða sína egnu søgu.
Og mitt í hesum stendur ein føroysk løgmaður í Nuuk og skal vera við til at finna út av, hvussu samstarvið millum tey trý londini skal síggja út í framtíðini.
Les alla tíðargreinina hjá Martin Breum í Sosialinum, sum er kemur í sølubúðirnar í kvøld og í morgin. Blaðið er tíverri seinkað heim til Føroyar við Atlantsflog. Flogferðslan hevur verið órógvað av veðri, og tað ávirkar postútberingina. Sambært Posta merikir tað, at bløðini ikki verða borin haldarunum fyrr enn mánadagin. Tað harmast Sosialurin almikið um. Vit skulu bara gera vart við, at allir haldarar kunnu lesa blaðið talgilt á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum. Tað er nummarið, sum posta stemplar á blaðið, tá tað verður borið út. Haldaranummarið stendur eisini á fakturanum.
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, og Beinir Johannesen, Føroya Løgmaður, eftir ríkisfundin í Nuuk í Grønlandi týsdagin.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix