Tjørnuvík fer skjótt at fáa eitt nýtt og gott spælipláss.
- Mánadagin 5. oktober, sum er mánadagin komandi, byrjar arbeiðið at gera eitt nýtt spælipláss í bygdini, og væntandi fer alt at standa klárt longu síðst í oktober.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
Tað er fyritøkan Grønt&Grátt, sum stendur fyri arbeiðnum.
- Teir fara at tryggja, at spæliplássið verður bæði trygt, stuttligt og kemur at fella væl inn í sermerktu náttúruna í Tjørnuvík.
Bæði bygdarfólk og vitjandi kunnu tí gleða sig til eitt spildurnýtt øki til spæl og hugna um stutta tíð.
- Meðan arbeiðið fer fram, ber ikki til at spæla á núverandi spæliplássi, verður sagt í Sunda kommunu í dag.