info
Ongi úrslit

Sangskrivarakapping til Oyggjaleikirnar

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum 2027 – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027

Nanný J. Toftegaard
1. oktober 2026 kl. 13:31

Tríggjar virðislønir verða latnar:

        1. virðisløn: 40.000 krónur
        2. virðisløn: 20.000 krónur
        3. virðisløn: 10.000 krónur

Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026. Vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar 2027.

Treytir fyri luttøku

·        Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.

·        Sangteksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.

·        Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.

·        Allar sangrøddir skulu vera framførdar av menniskjum.

·        Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.

·        Luttakarin/luttakararnir skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.

·        Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.

·        Dómsnevndin tilskilar sær rætt til í samráð við vinnaran at gera neyðugar broytingar í framleiðslu og ljóðblanding og at mastera sangin av nýggjum.

 

Innsending
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla við Wetransfer og vera so liðugur, sum gjørligt.
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla í MP3-, AIFF- ella WAV-formati saman við teksti og viðkomandi upplýsingum. 

 

Tilfarið skal sendast til t-postin [email protected] í seinasta lagi 1. desember 2026.

Døming
Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF í felag seta, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag, tekst og hvussu sangurin hóskar sum oyggjaleikasangur.

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir gleða seg til at hoyra uppskot til Oyggjaleikasangin 2027.

 

Meira fæst at vita um Oyggjaleikir her: https://www.faroeislands2027.fo/

 

Sangskrivarakapping til Oyggjaleikirnar

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

14 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Elias og liðfelagarnir fyri Magdeburg

11 minuttir síðan
Tíðindi

20 prosent av ísinum í Sveis er smeltaður eftir fimm árum

59 minuttir síðan
Lesarabrøv

Sendistovan í Ísrael má varðveitast

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt spælipláss í Tjørnuvík

1 tími síðan
Tíðindi

HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt vaktarskip fyri 300–400 milliónir skal vera liðugt í 2030

2 tímar síðan
Ítróttur

EM í dart við Tjarnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Skuldi avrættast - men doyði ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

30 ár síðani: Seinasti skógvur seldur hjá Jóan Jakku í Vágsbotni

3 tímar síðan
Tíðindi

GroAqua partur av stórum altjóða samtaki

3 tímar síðan
Tíðindi

Hægsta deyðstal í norsku ferðsluni í tíggju ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Ferðafólk fekk 2.000 krónur í bót áðrenn fráferð

4 tímar síðan