BBC veit at siga, at 20 prosent av ísinum - ella ísbrúgvunum - í Sveis eru vorðnar burtur eftir fimm árum.
Sagt verður, at seinastu átta mánaðirnar eru ísbrúgvarnar í Sveis minkaðar við 5,5 prosentum.
Tað vísir ein árlig eftirlitsfrágreiðing.
- Hitabylgjurnar í summar eru høvuðsorsøkin til, at ísurin er smeltaður so nógv í ár.
Tað sigur Matthias Huss, sum er ísfrøðingur á universitetinum,ETH Zürich og høvuðsrithøvundur til eftirlitsfrágreiðingina.
BBC veit at siga, at frágreiðingin sigur eisini, at ísbrúgvarnar í Sveis eru minkaðar við tilsamans 19,4 prosentum síðan 2021.