info
Ongi úrslit

Sendistovan í Ísrael má varðveitast

Vit mugu ikki sløkkja einasta vitan, ið vísir leið í bølamyrka Miðeystri.

Astrið Breckmann
1. oktober 2026 kl. 13:01

Her eru nakrar av orsøkunum til, at vit eiga at varðveita sendistovuna í Ísrael.

1.        Ísrael er, sum Føroyar, eitt lítið land í einum stórum heimi.

2.        Ísrael fekk egið mál, hebráiskt, tá ið føroyingar stríddust fyri føroyskum máli.

3.        Sionisman vakti ísraelska tjóðskaparkenslu, júst sum jólafundurin hjá okkum í 1888.

4.        Ísrael varð stovnað sama ár, sum vit fingu heimastýri.

5.        Føroyska fólkatalið er 10faldað farnu 200 árini. Ísraelska fólkatalið er eisini 10faldað síðstu 80 árini.

6.        Føroyar liggja í einum stórum havi, har langt er ímillum okkara grannar. Ísrael liggur í einari sandoyðimørk uttan sameind og grannar.

7.        Føroyingar eru mest ísraelsvinaliga fólk í heimi eftir fólkatali.

8.        Føroyingar byggja á somu Gudstrúgv sum jødar.

9.        Ísrael er søgunnar mest forfylgda fólk. Men enn ókúgað, frælst og reyst.

10.  Ísrael hevur 0.2% av heimsins fólkatali men 100 ferðir fleiri Nobel vinnarar (22% av øllum), enn allir muslimar í heiminum (teir eru 1,4 milliard).

11.  Ísrael er einasta land í Miðeystri, sum virðir mannarætt, kvinnurætt, demokratisk rættindi, landsins minnilutar og trúarfrælsi.

12.  Muslimar eru við at yvirtaka Evropa og stuðla hvørjari stjórn í ES um 10 ár (hygg bara at Bretlandi og Svøríki).

13.  Vit hava sum pinkutjóð skyldu til at stuðla tí mest forfylgdu tjóðini í heiminum. Tað er ein moralsk skylda í tráð við okkara kristnu lívsvirði.

14.  Okkara útflutningur er øktur úr 0,3 mió kr (áðrenn sendistovan læt upp) upp í 165 mió kr. (væntandi í 2026). Hetta er størsti vøkstur í nøkrum av okkara útflutningslondum yvirhøvur eftir so stutta tíð.

15.  Ísrael kennir sínar vinir, eins og Gud kennir tey, ið signa Ísrael.

16.  Landið Ísrael umboðar vøkstur, menning og lív. Muslimsku fíggindarnir umboða fall, deyða og kríggj.

17.  BTÚ per høvd hjá Ísrael er 55.000 USD um árið. BTÚ hjá Jordan er 5.000 USD, hjá Egyptalandi 4.000 USD og hjá Sýria 2.000 USD.

18.  BTÚ hjá Ísrael er samlað 750 milliardir USD. Tað hjá Egyptalandi við 100 mió fólkum (10 ferð so nógv sum Ísrael) er 350 milliardir USD um árið.

19.  Tíverri eru okkara íslendsku grannar ov veikir, tá ið ræður um Ísrael.

20.  Sama kann sigast um Spania, Írland og aðrar tjóðir, ið mangla moralskt dirvi.

21.  Nú krevst dirvi at verja tað lítla, tað fámenta og kortini djarvasta fólk í heiminum.

22.  Almennu Føroyar kunnu ikki stuðla hugtakinum “From the River to the Sea”.

23.  Uttan oasuna Ísrael verður alt Miðeystur ein muslimsk sandoyðimørk.

24.  Ísrael umboðar lív. Islam umboðar deyða. Hygg bara at flogvanlukkuni, ið mundi hent í gjár.

25.  Ísrael hevur latið 2 mió tons av mati til Gaza, síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktobur. Ísrael er einasta land í heimssøguni, sum hevur breyðføtt sivilfólkið í landinum, sum hevur lopið á.

26.  Nethanyahu er uttan iva ein av sterkastu og djarvastu statsleiðarum í heimunum (saman við Donald Trump). Honum tørvar okkara stuðul, og at Føroyar ikki eru ræðuskítur við halanum millum beinini.

27.  Ísrael framleiðir 1,7 mió tons av drekkivatni úr sjógvi um dagin. Arabisku grannarnir ganga tystir. Ísrael letur enntá grannunum vatn.

28.  Ísrael eru millum heimsins fremstu lond í nýskapan – innovatión. Og Føroyar skuldu havt nógv meira samstarv við teir á vísindaliga økinum.

29.  Vit hava fleiri sendistovur, ið nærum einki geva og kosta okkum alt ov nógv. Sendistovan í Ísrael er IKKI ein av teimum. Hon gevur nógv av sær og loysir seg.

30.  Eg klári ikki sum tingkvinna at steingja føroysku sendistovuna í Tel Aviv, sum umboðar minni enn 0,05% av okkara fíggjarlóg.

Vónandi eru vit fleiri, sum fara at stríðast fyri at varðveita sendistovuna í Ísrael, nú fíggjarlógin kemur til viðgerðar.

Astrið Breckmann

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

14 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

20 prosent av ísinum í Sveis er smeltaður eftir fimm árum

10 minuttir síðan
Tíðindi

Sangskrivarakapping til Oyggjaleikirnar

16 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt spælipláss í Tjørnuvík

48 minuttir síðan
Tíðindi

HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt vaktarskip fyri 300–400 milliónir skal vera liðugt í 2030

1 tími síðan
Ítróttur

EM í dart við Tjarnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Skuldi avrættast - men doyði ikki

2 tímar síðan
Tíðindi

30 ár síðani: Seinasti skógvur seldur hjá Jóan Jakku í Vágsbotni

2 tímar síðan
Tíðindi

GroAqua partur av stórum altjóða samtaki

2 tímar síðan
Tíðindi

Hægsta deyðstal í norsku ferðsluni í tíggju ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Ferðafólk fekk 2.000 krónur í bót áðrenn fráferð

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj semingsroynd um nakrar dagar

3 tímar síðan