info
Ongi úrslit

Óheppið signal at Fólka­flokk­urin bakkar út

– Bygnaðarbroytingar merkjast, annars er tað ikki ein bygnaðarbroyting. Men vit mugu tora at fremja tær, sigur Bárður á Steig Nielsen

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 14:36

Tað er eitt óheppið signal, at Fólkaflokkurin bakkar út, tá bygnaðarbroytingar skulu fremjast.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eftir at Beinir Johannesen, løgmaður, í gjár alment boðaði frá, at føroyska sendistovan í Tel Aviv í Ísrael ikki letur aftur.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur Bárður á Steig Nielsen, at ætlanin um at lata sendistovur aftur ikki er komin úr leysum lofti. Málið varð longu viðgjørt undir samgongusamráðingunum, tá tosað varð um bygnaðarbroytingar og um at fáa meira fyri minni.

Tað var í Sosialinum um vikuskiftið, at Bill Justinussen úr Fólakflokkinum vísti á, at ein samdur tingbólkur hjá Fólkaflokkinum tekur ikki undir við at steingja sendistouna í Ísrael. Og hetta váttaði Beinir Johannesen, løgmaður, í Kringvaprinum í gjárkvøldið, tá hann tók Bárð á Steig Nielsen av ræði og boðaði frá, at sendistovan í Ísrael verður ikki stongd.

Bárður á Steig Nielsen sigur við Kringvarpið, at hann beinanvegin setti fyrisitingina í gongd við at meta um føroysku umboðanina úti í heimi. Síðani ráðførdi hann seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd og gjørdi nakrar tillagingar, sum eru avspeglaðar í fíggjarlógaruppskotinum.

Samgonguleiðslan er sambært landsstýrismanninum leypandi kunnað um tilgongdina, og málið hevur eisini verið viðgjørt í tingbólkunum.

– Tað er lættari at tosa um bygnaðarbroytingar enn at fremja tær, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann vísir á, at tað hevur verið sagt, at full undirtøka ikki er fyri ávísum broytingum. Men sambært honum er ikki full undirtøka fyri nøkrum av uppskotunum.

Avgerðin um at varðveita sendistovuna í Tel Aviv er eftir hansara tykki ein staðfesting av, at tað í hesum føri ikki ber til at fremja bygnaðarbroytingina.

Bárður á Steig Nielsen væntar tó ikki, at málið fer at ávirka samgongusamstarvið.

– Men tað er eitt óheppið signal at senda, at tá vit fremja bygnaðarbroytingar, so bakkar Fólkaflokkurin út, sigur hann.

Hann vísir á, at samgongan hevur sett sær fyri at fremja nógvar aðrar bygnaðarbroytingar, sum ikki náddu at koma við hesaferð. Hann hevur framvegis vónir um, at tær kunnu fremjast.

Landsstýrismaðurin lýsir samgonguna sum breiða, sterka og vælvirkandi og sigur, at samstarvið hevur verið framúr. Men samgongan má eisini tora at taka avgerðir.

– Bygnaðarbroytingar merkjast, annars er tað ikki ein bygnaðarbroyting. Men vit mugu tora at fremja tær, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

20 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

NÚSTALGIA: Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

1 tími síðan
Lesarabrøv

Grønland ikki flutt seg á fullveldisleið við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi

1 tími síðan
Tíðindi

Oyggjarnar við Kuba sæddar úr rúmdini

2 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

2 tímar síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

3 tímar síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

5 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

5 tímar síðan