info
Ongi úrslit

Onnur atmosferiska bumban í heyst

Fyrr í vikuni var fyrsta atmosferiska bumban yvir Norðuratlantshavi. Djúpa lágtrýstið gjørdi um seg í Grønlandsfjørðinum og á havleiðini sunnan fyri Ísland. Ringasta veðrið var fyrrakvøldið, hvassur stormur í miðalvindi.

Eirikur Lindenskov
26. september 2026 kl. 15:28

Veðurstova Føroya, Hanus Kjølbro skrivar:

Nú er tann næsta á veg.

Meðan lágtrýstið liggur yvir Íslandi og spakuliga grynnist og viknar, tók eitt nýtt lágtrýst seg upp yvir havinum 200 fjórðingar í landsynning úr Nova Scotia. Tað fer at ganga eystureftir, til tað fyrrapartin mánadagin er komið til Asorurnar. Tá er trýstið lækkað niður í 999 hPa. Enn er ikki nakað serligt av vindi ella regni rundan um tað.

Komið eystur til Asornurar, er tað undir jettstreymunum, sum eru beint omanfyri í 5/6000 metra hædd. Teir ganga við nógvari ferð í landnyrðing og norðan, og taka lágtrýstið við sær og sýgur luftina úr tí.  

Frá seinnapartinum mánadagin dýpist tað úr 997 hPa skjótari og skjótari, meðan tað gongur ímóti vesturstrondini í Írlandi og haðani ímóti Íslandi. Skjótasta dýpingin er týsdagin, tá ið trýstið í miðjuni fer úr 989 hPa niður í 954 hPa – hetta er 35 hPa í 24 tímar! Tað er sera nógv. Onnur atmosferiska bumban í eina viku beint eftir heystjavndøgur.

Hósdagin klokkan 4 um morgunin sær veðurkortið soleiðis út á havleiðunum sunnan fyri Ísland. Hetta er løtan við mest vindinum í Føroyum. Lágtrýstið er minni enn 100 fjórðingar sunnan fyri Ísland, lufttrýstið í miðjuni er 968 hPa, mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna. Vit sleppa aftur nokkso væl. Mynd: windy.com

Leiðin, lágtrýstið gongur, er næstan tann sama sum fyrra bumban farna mána- og týsdag. Mesti vindur og regn í Føroyum fer at vera mikudagin, hvassur vindur upp í skrið millum sunnan og landsynning, samdrigið og regn.

Tað fyrsta djúpa lágtrýstið í heyst kom ikki nær okkum, og sum forsagnirnar eru í dag, so fer tað næsta djúpa lágtrýstið heldur ikki gera stórvegis um seg í Føroyum.

Heystið er júst byrjað, og veturin stendur fyri durum. Nógv kann enn henda.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

33 minuttir síðan
Tíðindi

Endaði í geglinum eftir rok í Sverrisgøtu

1 tími síðan
Fótbóltur

Eyðun vil hava Aron við til Moldova

2 tímar síðan
Tíðindi

Javnstøða kann styrkja kapp­ing­ar­før­ið í Norður­londum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mistu koyrikortið treytað á sama vegastrekki

3 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Johan­sen er yngsti spreingi­meist­ari í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ov nógv nýtsla av ChatGPT kann enda við „vitankollapsi“

4 tímar síðan
Tíðindi

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja høllin á Strondum verður boðin út í innbodnari lisitatión

6 tímar síðan
Tíðindi

Fýra skuld­sett fyri inn­brot­ið í Á – 160.000 krón­ur fram­vegis burtur

6 tímar síðan
Tíðindi

Trý dripin í ukrainskum álopi í Russlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Sjáldsamt landslag sæst úr rúmdini

7 tímar síðan