info
Ongi úrslit

Orð & tónar aftur á skrá

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kvøldini henda veturin

Nanný Toftegaard
18. august 2026 kl. 13:30

Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti

Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist Trækrúnulívæðrin. Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu og menniskjaligan hugburð til lívsins og náttúrunar margfeldi. 

Sjúrður Hammer og Magnus – báðir lívfrøðingar - práta um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi.
Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur.

Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina, práta um bókina Av tí smærra slagnum eftir Claire Keegan.
 

Krígsharrin í Kreml er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Hon snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina.

Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarna Djurholm, sum týddi bókina.
 

Bjarki – hann úr Hoydølum – framførir tónleikin hesa ferð.
 

Sprotin skrivar, at øll eru vælkomin oman í Reinsaríið tann 20. klokkan 20, at seta seg afturá, fáa okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njóta tónleikin.

Umrøddu bøkurnar fáast við avsláttri.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

3 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

6 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

10 tímar síðan