Løgreglan fekk fyrrapartin í gjár fráboðan um herverk í Glitnir, har tríggir ølkranar vóru oyðilagdir sunnukvøldið.
Við hjálp frá upptøkum frá vakmyndatólum fann løgreglan fram til ein útlendskan mann, sum var partur av manningini á einum útlendskum skipi við bryggju.
Løgreglan fór umborð eftir manninum og tók hann við á støðina. Málið endaði við, at hann rindaði eina straksbót á 3.000 krónur. Síðani varð hann leyslatin.
Sambært løgregluni er bótin ásett við støði í metta skaðanum, sum er umleið 6.000 krónur.
Eitt møguligt endurgjaldskrav er tó ikki avgreitt. Løgreglan kundi í morgun ikki siga, hvussu tann parturin av málinum verður avgjørdur.