Løgreglan tók í gjár klokkan 14.45 ein mann úr Danmark á flogvøllinum, eftir at ein størri nøgd av hassji varð funnin í viðføri hansara.
Sambært løgregluni er talan um fleiri kilo. Neyva nøgdin verður ikki upplýst, men løgreglan sigur, at talan er um meira enn til egna nýtslu. Tá talan er um nøgdir niðan fyri 70 gramm verður tað vanliga avgreitt við bót. Men í hesum føri er talan um nógv størri nøgdir, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Maðurin er framvegis afturhildin hjá løgregluni og skal framstillast í grundlógaravhoyring í rættinum í dag.