info
Ongi úrslit

Paulus: Yndisligir hvítusunnutónar

Um hvítusunnuna fer Havnarkórið við orkestri og solistum at framføra vakra oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy.

Eirikur Lindenskov
24. mai 2023 kl. 11:01

Tíðindaskriv, Havnarkórið

Hetta stóra verkið varð skrivað í 1836 og hevur týðiligan íblástur frá J. S. Bach. Verkið lýsir lívið hjá apostlinum Paulus við tekstbrotum úr Bíbliuni, serliga úr apostlasøguni. Áhoyrarin verður tikin við á eina kensluborna ferð við lovprísan, inniligari bøn, vreiðum fólkamongdum, fevnandi kærleika og at enda endurloysn.

Hetta er fyrstu ferð verkið verður framført í Føroyum. Havnarkórið framførdi hitt stóra oratoriið hjá Mendelssohn, Elias, fyri 20 árum síðani.

Umframt Havnarkórið, sum telur um 65 sangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.

Solistar eru:
Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor, (No)
Rory Green, bass, (Uk)

Konsertmeistari er Atli Ellendersen.

Dirigentur er Leif Hansen.

Tvær konsertir eru settar á skrá. Tann fyrra verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 27. mai kl. 16.00 og tann seinna verður í Fuglafjarðar kirkju hvítusunnudag kl. 16.00. Atgongumerki til konsertina í Norðurlandahúsinum eru at fáa á heimasíðuni nlh.fo og við dyrnar.

Ísv. konsertirnar fer Anne Mette Greve Klemensen, prestur, at geva eina stutta frágreiðing um Paulus og verkið hjá Mendelssohn. Hetta verður kl. 15.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum og í kirkjuni í Fuglafirði hvítusunnudag.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

3 minuttir síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

1 tími síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

1 tími síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

4 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

4 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

4 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

5 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

6 tímar síðan