info
Ongi úrslit

Her verður pláss gjørt til 20 kampingvognar

Tað hendir nógv í Sands kommunu, sum bæði vendir sær til sandoyggjafólk og til ferðavinnuna, sum er væntandi við Sandoyartunlinum.

Vilmund Jacobsen
1. februar 2023 kl. 22:49

Ístaðin fyri at hava eitt avmarkað kampingøki úti við Munkin norðan fyri havnalagið á Sandi við plássi fyri tveimum ella trimum vognum, fær Sandur nú eitt kampingøki til einar 20 vognar.
Kommunan eigur lendið norðanfyri verandi kampingøki og norður til nærmastu húsini undir vegnum. Allir vognarnir, sum pláss nú verður gjørt fyri, fáa atgongd til el, vatn og tøming.
Tey, sum koma í kampingvogni ella tjaldi, hava longu atgongd til wc, brúsu og vaskimaskinu í Munkinum, sum er undirhúsið sunnast á økinum. Hesa atgongd hava eisini fólk, sum kundu hugsað sær at vitjað á Sandi í báti. 

Nýggja økið verður planerað, og síðan verður tað gjørt møguligt at seta kampingvognar í tveimum røðum ovari og niðari á økinum.
Í fyrstu syfti ætlar Sands kommuna at brúka umleið helmingin av økinum til kampingvognar, og síðan kann norðasti parturin brúkast til tjalding. 
Nýggja kampingøkið verður ikki gjørt til vetrarlegu, tí mett verður ikki, at her er nóg veðurgott. Haraftrat krevur vetrarlega heilt onnur festi.
Kommunan hevur tikið av einum tilboði hjá Finnleifi Fagradal um grevstur og planering av økinum, og ætlandi fer hetta arbeiði í gongd í næstum.   

Niðri við egningaskúrarnar hevur Sands kommuna latið byggja nakrar nýggjar skúrar, sum verða leigaðir út til borgarar í kommununi. Hesir eru ikki bjóðaðir út enn, men tað verður helst, tá seinasta hond er løgd á verkætlanina. 
Á dekkinum oman á skúrunum er ein lutfalsliga stór terassa, og her fer kommunan at seta borð og benkur. Niðri á økinum, har tað er rættiliga veðurgott, er ætlanin at gera eitt sølutorg, har fólk kunnu selja grøði, kjøtvørur, fisk, fugl og ymisk annað hugsandi.   

Av øðrum íløgum, sum Sands kommuna eisini ger, er eitt alment spælipláss norðan fyri kommunuskrivstovuna. Her var ein gamal sparkivøllur, sum ikki verður brúktur meira, tí góður sparkivøllur er í ovara parti av skúlagarðinum. 
Almenna spæliplássið verður bygt í tveimum ella trimum stigum. Fyrsti partur av arbeiðnum er komin í helvt og verður ætlandi liðugur til várs. 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jólasøla í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

33 minuttir síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

10 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

10 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

11 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

11 tímar síðan