info
Ongi úrslit

Reyði krossur tettir hol í samfelagnum

Í ár eri tað 100 ár síðani at Reyði Krossur Føroya bleiv stovnaður Virksemið hevur ment seg nógv seinastu árini og tí hevur Reyði krossur átrokandi tørv á betri hølisviðurskiftum

Nanný J. Toftegaard
31. oktober 2026 kl. 11:20

Jóannes Eidesgaard gjørdist formaður í Reyða krossi tá hann gavst í politikki í 2016. Hann hevur lagt seg eftir at Reyði krossur Føroya skal vera sjónligur og virkin í samfelagnum.

-        Hetta hevur eydnast væl, tað er ikki ein sál í Føroyum sum ivast hvat í Reyði Krossur er. Tað hevur ikki staðið á at fáa stuðul, og vit hava breitt virksemið út um landið. Tað eri eg glaður fyri. Hjólini í Reyða Krossi koyra nógv skjótari enn tey gjørdu fyri 10 árum síðani.  

Virksemið hevur støðugt vundið uppá seg, og nevndin er komin í tað støðu, at hon má taka støðu til, um Reyði Krossur skal blíva við at vaksa, ella standa í stað.

-        Eg vil siga, at tá tú kemur til tað ásannan at tú ikki skal vaksa, tá er tí at gevast, tí tað má altíð vera eitt mál at tingini skulu útbyggjast og blíva betur, og tað haldi eg at nevndin er sinna at gera, tí arbeiða vit við at finna betur hølisviðurskifti.

Í 2016 vóru húsini á Bryggjubakka kraftmiðdepilin hjá Reyðakrossi, men hesi hús kunnu á ongan hátt hýsa øllum virkseminum sum er í dag. Reyði krossur Føroyar hevur 500 sjálvboðin knýtt at sær, og hølini sum Reyði Krossur hevur í Stiðjagøtu eru eisini ov lítil.

- Húsini eru við at spreingjast, klædnaskiljingin hevur ein trupulleika, tí tey kundu gjørt nógv meira um tey høvdu betrið pláss. Handilin kundi eisini selt meira um hann hevði betur pláss, skulu vit halda fram av vaksa, mugu vit loysa henda bráðfeingis hølistrupulleikan, og tað eru vit farin í holt við at fyrireika.

Hjálpin hevur eitt mark

Reyði krossur Føroya røkir nakrar grunleggjandi uppgávur í samfelagnum, og tí er nærleggjandi at spyrja hvør uppgávan er hjá einum vælgerandi felagsskapi, og hvør uppgávan hjá almennu myndugleikunum er.

-        Hatta havi eg ofta kjakast við nevndina um. Vit hava eitt vælvirkandi samfelag, men mugu ásanna at tað nøkur hol eru, sum fólk detta niður ímillum. Tey holini kunnu vit vera við at tetta. Mat og klædnahjálpin tettir nøkur hol, men vit skulu ikki áseta hvussu almennu viðurskiftini skulu vera í Føroyum, tað uppgávuna eiga politikararnir.

Meginreglan hjá Reyða krossi er, at fíggjarligar veitingar verða ikki lætnar, heldur gevur felagsskapurin tænastur av ymiskum slagið, so sum hjálp til mat og klæðir.  

100 ára haldið hjá Reyða krossi Føroya verður hildið í kvøld. Stóra landsinnsavningin, verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya, á skránni verður tónleikur, samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið.

Les alla samrøðuna við Jóannes Eidesgaard í Sosialinum

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

20 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Troels Mylenberg er deyður – 56 ára gamal

2 minuttir síðan
Tíðindi

Vestergaard fær nógv lægri um­mæli enn hini

31 minuttir síðan
Fótbóltur

Lyklakeypini vóru Raggi og Pól og Viljormur

1 tími síðan
Tíðindi

Enn óvist hví ruskbilurin fór á rull

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey harðs­kaps­mál í náttar­lívinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump heldur kortini avlýstu veljarafundirnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja tryggja heilivág og orku í krepputíðum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Skála ÍF hevur eina lítla favorittstøðu - hóast útivøll

6 tímar síðan
Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

12 tímar síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

12 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

13 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

13 tímar síðan