Donald Trump, forseti í USA, fer kortini at halda tveir veljarafundir í statunum Iowa og Kansas um vikuskiftið.
Tað skrivar tíðindastovan AFP sambært Ritzau.
Fráboðanin kemur bert ein dag eftir, at fundirnir vórðu avlýstir og skuldu avloysast av fundum á netinum.
Sambært Trump hava republikanarar í báðum statunum sagt honum, at tað hevði verið betri, um hann kom sjálvur.
Á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin varð forsetin eisini spurdur um møguleikarnar hjá Republikanska flokkinum á miðskeiðsvalinum í næstu viku.
– Eg haldi, at vit hava møguleika at klára okkum væl. Kanska sera væl, men tú veitst, rímiliga væl, svaraði Trump.
Hósdagin svaraði hann hvassliga aftur, tá ein tíðindamaður spurdi, um avlýsingarnar skyldaðust, at forsetin var troyttur av nógvu ferðingini.
Trump vissaði tá tíðindamannin um, at hann hevði tað frálíkt, og bað hann sjálvan koma í betri venjing.
Miðskeiðsvalið í USA verður týsdagin 3. november.
/ritzau/