Løgreglan heldur seg vita, hvørjir gerningsmenninir eru, og arbeiðir víðari við málunum í dag. Enn hevur løgreglan tó ikki fingið afturboðan frá teimum órættaðu um, hvussu álvarsligir skaðarnir eru.
Í gjárkvøldið varð løgreglan eisini boðsend til ein bústað, har ein óynsktur persónur var møttur upp. Viðkomandi varð burturvístur av staðnum.
Harumframt tók løgreglan ein bilførara í Havn fyri at tosa í handhildnari fartelefon, meðan hann koyrdi.