info
Ongi úrslit

Enn óvist hví ruskbilurin fór á rull

Løgreglan hevur enn ikki staðfest, hví ein spildurnýggjur elruskbilur fór mannleysur oman eftir Rosságøtu á Argjum fyrr í mánaðinum. Kanningarnar halda fram.

Eirikur Lindenskov
31. oktober 2026 kl. 09:58

Tað er framvegis ógreitt, um ein tekniskur trupulleiki við bilinum ella ein menniskjansligur feilur var orsøkin til, at ein ruskbilur hjá Landleiðini fór á rull á Argjum 2. oktober.

Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun. Løgreglan arbeiðir enn við málinum, men hevur higartil ikki funnið eina frágreiðing upp á, hví bilurin fór á rull.

Leisið eisini: Myndir: Ruskbilur á rull á Argjum

Sum vit áður hava skrivað, segði bilførarin eftir óhappið, at bremsurnar vóru settar til. Løgreglan upplýsti tá, at bremsurnar áttu at hildið bilinum, men enn er ikki staðfest, hvat gekk galið.

Óhappið hendi um hálvgum áttatíðina um morgunin, meðan rusk varð savnað inn í Rosságøtu. Ruskbilurin stóð mannleysur ovast í gøtuni, tá hann fór á rull.

Hann rullaði einar 80 metrar oman brekkuna, breyt betonggarðar og rakti eini hús, áðrenn hann steðgaði í einum urtagarði. Eingin fólkaskaði hendi, men bilurin gjørdi stóran materiellan skaða á garðar og hús.

Tað var eitt stórt arbeiði at fáa gott 20 tons tunga bilin úr urtagarðinum aftur. Ein stórur krani varð boðsendur, og eftir fleiri tíma arbeiði varð bilurin lyftur upp á ein blokkvogn.

Nú nærum ein mánaður er liðin, heldur løgreglan fram við kanningunum fyri at fáa greiði á orsøkini.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

19 tímar síðan

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Lyklakeypini vóru Raggi og Pól og Viljormur

3 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey harðs­kaps­mál í náttar­lívinum

1 tími síðan
Tíðindi

Trump heldur kortini avlýstu veljarafundirnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja tryggja heilivág og orku í krepputíðum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Skála ÍF hevur eina lítla favorittstøðu - hóast útivøll

4 tímar síðan
Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

10 tímar síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

11 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

11 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

12 tímar síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

12 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

12 tímar síðan
Tíðindi

Beinir ónøgdur við drálið um javnbjóðis luttøku

13 tímar síðan