Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, legði mánadagin fram eitt nýtt umfar av revsitiltøkum móti Russlandi.
Talan er um tann 22. revsipakkan hjá ES síðan russisku innrásina í Ukraina.
Nýggju tiltøkini raka millum annað russiskar peningastovnar og pallar, har keypt og selt verður við kryptogjaldoyra.
Harumframt leggur uppskotið upp til, at russisk ítróttafólk skulu forðast í at kappast í ES-londunum, og at ES-borgarar ikki longur kunnu hava størv í russiskum fyritøkum.
Áðrenn nýggju revsitiltøkini kunnu koma í gildi, skulu tey viðgerast og samtykkjast av stjórnunum í limalondunum í ES.