info
Ongi úrslit

Eingin semja um fastar læknar á røktarheimunum

Ongar royndarskipanir eru settar í verk, og arbeiðið hevur ligið stilt. Eyðdis Hartmann Niclasen fer nú at taka málið upp aftur.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 16:15

Arbeiðið at knýta fastar kommunulæknar at ellis- og røktarheimunum er steðgað, tí partarnir ikki hava fingið semju um, hvussu tænastan skal skipast. Tí eru royndarskipanirnar, sum vórðu fráboðaðar í 2025, heldur ikki settar í verk.

Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í einum svari til Bjørt Lind, løgtingskvinnu, sum hevur spurt, nær øll ellis- og røktarheim kunnu fáa tilboð um fastan kommunulækna við regluligum vitjanum.

Heilsu- og orkumálaráðið hevur arbeitt við málinum saman við Kommunufelagnum, eindarleiðarum á eldraøkinum, Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya. Fleiri uppskot hava verið frammi, men partarnir hava ikki funnið eina loysn, sum teir kunnu semjast um.

Tað var Bjørt Lind, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum setti fram spurningin

Fer at taka arbeiðið upp aftur

Landsstýriskvinnan metir, at ein lógarbroyting helst verður óneyðug. Hinvegin skulu avtalur gerast við partarnar, áðrenn skipanin kann setast í verk.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at hon heldur tað vera skilagott at knýta fastar kommunulæknar at ellis- og røktarheimunum. Hon fer nú at umrøða við umsitingina, hvussu arbeiðið kann koma á mál. Enn er ov tíðliga at siga, nær skipanin kann setast í verk, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

9 minuttir síðan
Tíðindi

Estland vísir russiskum skuldsetingum aftur

56 minuttir síðan
Tíðindi

Noreg tekur stórt stig móti aling á opnum havi

1 tími síðan
Tíðindi

Jensen Huang aftur forstjóri í Nvidia

2 tímar síðan
Lesarabrøv

POLITISKA STØÐAN SPENT

2 tímar síðan
Tíðindi

Hjálp - jólamaðurin er rýmdur av loftinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða brekdagur og 45 ára hald hjá MEGD

2 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

3 tímar síðan
Tíðindi

Íslendskir bóndur í øðini: Fáa lítið og einki fyri ullina

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Fehmarn-projektið mennist

3 tímar síðan
Tíðindi

BYD fær sølu­forboð í ES – Ti7 lík­ist Land Rov­er De­fender ov nógv

3 tímar síðan
Tíðindi

Týskir miðlar: Russland vil hava kjarnorkuvápn í rúmdini

4 tímar síðan