Útlendingar, sum búgva í Føroyum og søkja um danskan ríkisborgararætt, verða eisini fevndir, um danskir myndugleikar seta eina skipan í verk, sum skal kanna útsagnir og sjónarmið hjá umsøkjarum í mun til fólkaræðislig virði.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í einum § 52a-svari til Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmann. Løgtingsmaðurin spurdi, um landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri einari slíkari skipan fyri umsøkjarar í Føroyum.
Fólkatingið tekur avgerðina
Føroya Politi tekur ímóti umsóknum frá útlendingum í Føroyum, sum søkja um at fáa danskan ríkisborgararætt við lóg. Danska útlendinga- og integratiónsmálaráðið viðger umsóknirnar.
Lýkur ein umsøkjari treytirnar, verður viðkomandi tikin við í eitt lógaruppskot, sum Fólkatingið skal taka støðu til. Sambært svarinum verða slík uppskot vanliga løgd fram tvær ferðir um árið, í apríl og oktober.
Fólk, sum búgva í Føroyum og eru ríkisborgarar í einum øðrum Norðurlandi, ella sum áður hava havt danskan ríkisborgararætt frá føðing, kunnu í ávísum førum fáa ríkisborgararætt við at lata Ríkisumboðnum eina váttan.