Fyrsta liðið, sum um vikuskiftið skal spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið er funnið. Tað er Víkingur, sum í kvøld á heimavøllinum í Sarpugerði vann 1-0 ímóti TB.
Talan var um javna og tætta uppgerð. Einasta málið skoraði landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar við brotssparki fimm minuttir undan leikloki.
Jákup Johansen fór um koll, og brotsspark varð dømt ímóti Rógva Joensen. Eiler Rasmussen bríkslaði fyri brotssparki, men tvøramenn vóru øgiliga misnøgdir við brotssparksdómin. Tað vístu teir, áðrenn Sølvi skoraði, og tað vístu teir dómaranum, tá ið hann hevði bríkslað av og dysturin var liðugur.
Sølvi Vatnhamar hevur níggju ferðir higartil í ár roynt seg við brotssparki, og hann hevur allar ferðirnar sett bóltin í málið.
Talan var ikki um so nógvar upplagdar málmøguleikar. Flestu royndirnar hjá TB hevði Mark Kongstedt, sum ta einu ferðina sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Elias Fagrá.
Víkingur skal í hálvfinaluni spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum B36 og AB. Tann dysturin verður í Sarpugerði.
Víkingur – TB 1-0 (0-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Sølvi Vatnhamar br 85.
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson (Andreas Lava Olsen, 69.), Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen
Gult kort: Noah Mneney
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
TB: Frederik Mehder – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen – Andreas Midjord, Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson – Filip Obadovic
Gult kort: Rógvi Joensen, Mark Kongstedt, Filip Obadovic, Andreas Midjord
Venjari: Michael Winter
Sølvi var aftur avgerandi Sølvi var aftur avgerandi
Landsliðsspælarin skoraði einasta málið við brotssparki, tá ið Víkingur vann seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið
Jóannes Hansen
25. november 2020 kl. 19:01
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Larmandi skutarar órógvaðu náttarfriðin í Runavík
56 minuttir síðan
Tíðindi
Kaleb – nýggj skaldsøga
59 minuttir síðan
Fótbóltur
Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli
1 tími síðan
Tíðindi
21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður
1 tími síðan
Tíðindi
Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum
2 tímar síðan
Hondbóltur
Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin
3 tímar síðan
Tíðindi
Heysthugni og óvæntaðar tónleikaupplivingar í Havn
3 tímar síðan
Hondbóltur
Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini
4 tímar síðan
Fótbóltur
Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað
10 tímar síðan
Hondbóltur
Valur og Stjarnan vunnu
10 tímar síðan
Fótbóltur
ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld
11 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling
11 tímar síðan