info
Ongi úrslit

Yvirlýsing: Saman vinna vit stríðið

Soljóðandi yvirlýsing hava arbeiðarafeløgini sent út í kvøld, nú tað er greitt, at semingsroyndin ikki bar á mál, og samráðingarnar eru slitnaðar.

Vilmund Jacobsen
8. juni 2024 kl. 00:21

Góðu Føroya fólk, av hjarta vilja vit takka tykkum fyri, at tit hava staðið við okkara lið í hesi verkfalstíð. Vit vita, at tykkara gerandisdagur er nógv órógvaður av verkfallinum. 

Tí harmast vit veruliga, at semingin ikki bar á mál. Fyri arbeiðarafeløgini merkir hetta, at verkfallið heldur fram.

Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki, ið ikki fáa møtt til arbeiðis orsaka av verkfallinum, leggur bara stein oman á byrðu hjá vanligum fólki. 

Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis. 

Vit vita, at vit bert røkka á mál við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru og sum ikki fáa brennievni.

Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta er ikki eitt stríð móti Føroya fólki, men eitt stríð fyri verkafólki. 

Tøkk fyri stuðulin, saman vinna vit stríðið fyri ordiligari løn til verkafólk!

Vegna arbeiðarafeløgini,
 Heri Reynheim
Georg F. Hansen
Vigdis Johannesen
Jastrid W. Niclasen
Absalon Hansen

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/samradingarnar-eru-slitnadar

 


 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Laksaaling í Seyðisfirði kann skapa 10–15 arbeiðspláss

18 minuttir síðan
Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

1 tími síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

2 tímar síðan
Tíðindi

Skipasøla ella søla av fiskirættindum?

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus í Champions League

3 tímar síðan
Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

9 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

9 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

10 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

11 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

11 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

11 tímar síðan