info
Ongi úrslit

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus liggja væl fyri at vinna eg víðari í kappingini

Heri Á. Simonsen
15. oktober 2026 kl. 21:50

Tað sær gott út hjá liðunum hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen, Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus at vinna seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum í Champions League.

Tað eydnaðist Füchse Berlin í útidysti í innleiðandi bólki A at vinna 36-33 á Porto. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-18. Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir, og í tí eina førinum vann hann bóltin í einari álopsstøðu hjá Porto.

Veszprem er fremst í bólkinum við fullum stigatali, átta stig fyri fýra dystir. Füchse Berlin hevur seks stig og Porto hevur tvey stig. Partizan Beograd er aftast við ongum stigi.

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu á útivølli í innleiðandi bólki E greiðan 38-30 sigur á franska liðnum, Montpellier. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus á odda 18-14.

Jóhan skoraði sjey mál upp á átta málroyndir og var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus. Hann legði eisini upp til eitt mál.

Barcelona er fremst í bólkinum við átta stigum fyri fýra dystir. Skanderborg-Aarhus hevur fimm stig og Montpellier hevur tvey stig. Aftast er Dinamo Bukarest við einum stigi.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

56 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

3 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

4 tímar síðan