Tíðindaskriv:
Tað svarar til eina hækking 2,7% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.650 kr. um mánaðin í 2026 til 6.830 kr. um mánaðin í 2027. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 81.960 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2027.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2025 vóru útgoldnar 728 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2026 er mett til 777 mió. kr. mió. kr. og til 815 mió. kr. í 2027.
Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost [email protected].