info
Ongi úrslit

Samlaða talið av avlúsingum lítið tengt at lúsamarkvirðinum

Tróndur Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur útgivið nýggja vísindagrein í viðurkenda tíðarritinum Aquaculture. Greinin, ið hevur heitið “Salmon lice dispersal and population model for management strategy evaluation”, viðgerð grundleggjandi mekanismur handan lúsatrupulleikan í alibrúkum. Tróndur fer at greiða frá kanningararbeiðnum fríggjadagin 22. september, kl. 9:20 tá ið Vísindavøka er í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Eirikur Lindenskov
22. september 2023 kl. 21:02

Tað skrivar Fiskaaling. Lúsin er ein avbjóðing í føroysku alivinnuni, og bæði í vinnu og gransking verður nógv orka løgd í arbeiðið at tálma lúsini. Avbjóðingin kann gerast minni, um vit fáa meira vitan um hvussu lúsastovnar í ávísum aliøkjum uppføra seg.

Tróndur Kragesteen og Tróndur T. Johannesen, sum báðir eru granskarar á Fiskaaling, hava ment eitt modell, hvørs endamál er modellera vøkstur av lúsamongd á aliøkjum. Modellið, ið eisini tekur hædd fyri hita og smittu ímillum alibrúk, varð roynt í einum norskum fjørði. Kanningararbeiðið vísti, at framrokningarnar í modellinum passaðu væl, men at tað var trupult at endurskapa dynamikkin á einstøkum aliøkjum. Í stuttum kann lúsadynamikkur á einum aliøki kann deilast upp í tveir partar. Egin smitta og uttanífrá smitta. Um tú bert minkar lúsamarkvirðið og onki annað broytist, er tørvur á fleiri viðgerðum fyri at halda markvirðið. Men um allir alarar halda seg til eitt lægri lúsamarkvirðið, lækkar uttanífrá smittan tilsvarandi. Niðurstøðan í greinini er, at samlaða talið av avlúsingum veksur ikki við at lækka lúsamarkvirðið.

Umframt Tróndur Kragesteen, sum er høvuðsrithøvundur, hava Tróndur T. Johannesen, Fiskaaling, Anne Sandvik, Havforskningsinstituttet, Ken H. Andersen, VKR Centre for Ocean Life og Askeland Johnsen, Havforskningsinstituttet, skrivað greinina.

Tað er Fiskaaling, Granskingarráðið og Havforskningsinstituttið, sum hava fíggjað verkætlanina.

Greinin kann lesast í fullari longd her.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Selja listarverk úr savninum hjá Føroya Banka

10 minuttir síðan
Tíðindi

Nógvur roykur úr bili sunnan fyri Hósvík

24 minuttir síðan
Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

37 minuttir síðan
Tíðindi

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia hevur eina greiða favorittstøðu

1 tími síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping millum Fjarða

8 tímar síðan
Tíðindi

Faderhuset í Filmsfelagnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Harry Kane setti dystarmet og Italia vann á Fraklandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris - tekniningarfreistin nærkast

9 tímar síðan
Hondbóltur

Sigursrøðin hjá Vali steðgaði á Hafnarfirði í kvøld

9 tímar síðan
Tíðindi

Býarbókasavnið hevur fingið nýggjan leiðara

9 tímar síðan
Tíðindi

Seven Summit skrivar um Jens Jákup Hansen

10 tímar síðan